Bankarnir skulu ikki longur sleppa at gera handil við tínum og mínum heimi.

18 March 2026
Skrivað hevur
Jóhan Christiansen

Aftur í kvøld var bústaðartrotið eitt av høvuðsevnunum í Kvf. Har bleiv nevnt, at tað eru tøk grundstykkir at keypa, men man fær ikki fígging frá bankunum.

Eg gjørdi eina skjóta uppteljing í kommununum rundan um Leirvík, har eg sjálvur búgvi. Her eru næstan 150 grundstykkir tøk at keypa í skrivandi stund.

Men hví verður so ikki bygd? Eg haldi ein av høvuðs orsøkunum til tað er, at bankarnir eru farnir frá at veita lán eftir hvat tú og eg kunna rinda aftur, til at lán til eitt heim er ein trygg íløga fyri teir. Støðan er tann, at byggir tú eini nýggj hús í Havn, so eru tey meira verd, tá ið tú flytur inn í tey, enn hvat tað kostaði at byggja tey. Tað sama ger seg ikki galdandi uttanfyri Havnina. Tí sigur tað seg sjálvt, at bankarnir vilja veita lán til húsabygging í Havn, samstundis eru teir sjálvandi áhugaðir í at halda prísini so høgan har sum møguligt. Tað er tað teir tjena pengar uppá.

Bankarnir gera onki skeivt. Lat tað vera sagt. Teir vilja tjena pengar, og tað er onki galið við tí. Men eg haldi ikki, landið skal góðtaka at títt og mítt heim er vorið ein handilsvøra. Heim, ella tak yvir høvdið, er ein mannarættur.

Tí eiga vit so skjótt eitt nýtt løgting er mannað, at fara undir at skipa ein lánistovn, sum veitir lán eftir, hvat tú og eg megna at rinda aftur í avdráttum, og ikki eftir hvat ognin kann seljast fyri seinni. Pensjónsgrunnarnir kunna koma við startkapitalinum til ein tílíkan banka.

Tað vil eg arbeiða fyri, um eg fái tykkara stuðul.

Gott val

https://www.facebook.com/share/r/14Xk2hKQvTy/

Meira frá sama høvundi

No items found.