Give theones you love
Wings tofly,
Roots tocome back
And reasonsto stay
Soleiðissegði Dalai Lama, og eru hesi orðini so rámandi og góð. Okkara ungdómur erokkara størsta tilfeingi, men tiverri flyta ov nógv av landinum og fleiri vendaikki heimaftur til Føroyar. Tað fara áleið 40 % av okkara ungdómi av landinum,tí tað ikki nóg lokkandi at útbúgva seg í Føroyum, ella tí at útbúgvingin, teyynskja at taka ikki ber til at taka í Føroyum. Hetta er ikki ein nýggj avbjóðing. Somuleiðis vísir ein kanning frá Glasir, atheili 60 % ætlaðu sær at fara av landinum at lesa. Hetta eru viðurskifti, vitmugu broyta. Ikki tí, at vit skulu halda okkara ungdómi í einum bandi, men tryggja okkum, at tey festa røtur íFøroyum, og at vit geva teimum orsøkirat koma aftur til Føroyar:
Vit missaikki bara tey ungu, vit missa heil ættarlið, sum annars kundu verið við til atmenna samfelagsliga kjakið, um hvussu vit betur kunnu innrætta okkum sumsamfelag. Fróðskapasetrið er ein lykil í øllum hesum. Vit eru væl áveg at fáabygt eitt nýtt Fróðskaparsetur, tilgongdin at fáa Fróðskaparsetrið altjóða góðkent sambært Bologne avtaluni ereisini ávegis og førleikakarmurn ersamtyktur í løgtinginum. Hetta er alt sera gott, og ein liður í at bøta umviðurskiftini. Vit kunnu ikki bjóðaallar útbúgvingar út á Setrinum, men fáa vit í lag eina skipan viðskiftisnæmingum, har okkara ungdómur kann leita sær aðra staðnis at lesa í eitttíðarskeið (Erasmus+ skipanin), so hevðihetta bøtt munandi um áhugan fyri at lesa á Fróðskaparsetrinum, umframt at viteisini fáa útlendsk lesandi hendanvegin. Hetta arbeiðið er ávegis og má ikki dettaniðurfyri.
At vit fáabygt eitt nýtt kampus við hartil hoyrandi lestraríbúðum er somuleiðis seraumráðandi at fáa raðfest. Nógv ung høvduuttan iva valt at lisið í Føroyum, um tey høvdu møguleika at fóta sær sjálvum íegnari íbúð, tí hetta er eisini ein partur av menningartilgongdini hjá tíeinstaka menniskjanum at gerast sjálvstøðug, og ikki minst sleppa at vera íeinum umhvørvi saman við øðrum lesandi.
At veralesandi kann vera hart fíggjarliga. Tíbetur hækkar lestrarstuðulin við 1000 krónum í summar, men tíverri er taðneyvan nokk. Skulu vitvera kappingarfør og fasthalda okkara ungu í Føroym mugu vit eisini havalíkandi skipanir, sum føroysk lesandi hava í Danmark við sokallaða«føroyafrádráttinum», har tey lítlan ogonga skatt gjalda undir lesnaði. Menstørsti lykilin til at varðveita okkara ungu í Føroyum er at geva teimum einbústað at búgva í, at vit fáa útvega munandi fleiri lestaríbúður í Føroyum. Latokkum geva okkara ungu veingir at flúgva, røtur at koma aftur til og orsakirtil at blíva, sum Dalai Lama so rámandi segði.
AnnikaOlsen, valevni fyri Tjóðveldi
