Virðisøking av okkara fiskatilfeingi, men tað krevur betri marknaðaratgongd

22 March 2026
Skrivað hevur
Annika Olsen

Herfyri var Tjóðveldi á vitjan í Vinnuhúsinum, har nógv áhugavert kom fram um, hvat vinnan ynskir sær av politisku skipanini. Eitt, sum gongur aftur er vantandi marknaðaratgongdin og fríhandilsavtalur, sum vit mugu betra.

At vit hava ein sterkan búskap er ein samanrenning av ymiskum viðurskiftum, t.e. at vit halda aftur við útreiðslunum, at vit gera langtíðarætlanir fyri okkara íløgur, at vit tryggja hallførið við rættari aldurssamansetning, og at vit tryggja fólkavøkstur. Men ein liður í einum sterkum búskapi er eisini at okkara vinnulív hevur ta bestu marknaðaratgongdina, og at vinnan er kappingarfør á altjóða marknaðinum, soleiðis at vit eisini víðka um inntøkumøguleikarnar.  Ùtflutningurin av fiski er  sambært seinastu frágreiðing frá Hagstovu Føroya voksin  heili 1,2 mia. meiri enn 12 teir undanfarnu mánaðirnar. Tað er serliga toskur, hýsa, upsi og makrelur, sum stendur fyri vøkstrinum, men vit kunna fáa enn meiri burturúr, um vit bera okkum rætt at.

Vit eiga at virðisøkja okkara fiskatilfeingi, men ein orsøk til, at tað ikki er størri gongd á virðisøkingini enn tað sama er, at okkara vørur ikki hava somu kappingartreytir sum onnur lond, og at vit renna okkum inn í tollmúrar. Hetta forðar einari menning av fiskatilfeinginum, sum vit kundu fingið nógv meira burturúr.

Vit fiska í dag áleið eini 600-700 tús tons av fiski um árið, og bara ein virðisøking á 10 oyri vildi givið 60-70 mió kr eyka í landskassan og varð talan um eina virðisøking á 1 kr, so tala vit um 600 -700 mió kr. Men tað er ikki nóg stórur áhugi fyri tílíkari virðisøking, so leingi, sum okkara vørur ikki eru kappingarførar.

Tað er m.a. ein av orsøkunum til, at tað er umráðandi at vit koma úr ríkisrættarligu spennitroyggjuni, so vit kunnu virka á jøvnum føti á uttanríkispolitiska pallinum og harvið gera okkara egnu fríhandilsavtalur og harvið betra um kappingarførið hjá vinnuni.

Annika Olsen, valevni hjá Tjóðveldi