Annika Olsen

Eg eiti Annika Olsen, eri 50 ár og búgvi í Havn. Eg eri gift við Jacob Horn og vit eiga 2 deiligar -dreingir, Markus og Bjarna. Eg havi drúgvar royndir í politikki, og havi havt fleiri álitissessir í landsstýrinum sum landsstýriskvinna í innlendismálum, almannamálum, varaløgmaður og sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. Harumframt eri eg eisini miðnámsskúlalærari á Glasir. Mær dámar sera væl at vera ímillum okkara ungu, sum hava so nógv at geva. Eg eri ein sera virkin kvinna, sum dámar væl at renna, ganga langar túrur og at svimja, eisini um tað er á sjónum. Mær dámar væl at gera mat og rokast í garðinum, sum gevur fantastiska sálarbót.

MÍN FRAMTÍÐARÆTLAN FYRI FØROYAR

• Føroyar gerast eitt sjálvstøðugt land

• Búskaparligt frælsi og styrktur búskapur

• Dagførdan vinnupolitikk, har íverksetaraumhvørvið eisini verður raðfest

• Greiðan útlendingapolitikk

• Styrkja marknaðaratgongdina og fáa í lag fleiri fríhandilsavtalur

MÍN FRAMTÍÐARÆTLAN FYRI OKKARA UNGU

• Eitt styrkt altjóða universitetsumhvørvi í Føroyum

• Frádráttarskipanir til okkara ungu lesandi

• Fleiri lestraríbúðir

MÍN FRAMTÍÐARÆTLAN FYRI FØROYAR ER TRYGGLEIKI

• Lógarásett rættindi til børn við serligum tørvi

• Námsfrøðingar í fulla tíð í fólkaskúla og serstovum

• Verkafólk, røktarfólk v.fl tryggari kor á arbeiðsmarknaðinum

• Styrkt fosturforeldraskipan við hægri samsýning til fosturforeldur

MÍN FRAMTÍÐARÆTLAN FYRI OKKARA HEILSU OG ELDRU

• Virðilig ellisár

• Raðfesta útbúgving av røktarstarvfólkum

Hetta haldi eg

No items found.