Meðan fólk í føstum starvi eru fult tryggjaði við løn, tá sjúka rakar, fáa tímalønt og fólk í parttíðarsettum størvum bert 80 % av eini arbeiðsmannaløn úr dagpeningaskipinani hjá Almannaverkinum. Talan er um ein breiðan skara, sum hava vital størv í tí føroyska samfelagnum, sum als ikki eru tó væl tryggjaði tá sjúka rakar, t.e. um starvfólk, sum arbeiða á eldraøkinum, vaskifólk, handverkarar, sjómenn, verkafólk v.fl.
Hetta eru fólk, sum í nógvum førum frammanundan eru í einari láglønarstøðu, og tí rakar tað enn meinari, tá sjúka rakar. Spurningurin hevur fleiri ferðir verið reistur um at broyta viðurskiftini, soleiðis at tímalønt og tíðaravmarkað sett verða fevnt av lógini um starvsmenn og harvið betur tryggjaði, tá ið sjúka rakar, men tiverri røkist ikki fyri nakrari loysn
Somuleiðis hava vit avbjóðingar við, at nógv av hesum somu fólkunum ikki fáa fastlønarsáttmála, sum ger teirra viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum munandi ótryggari, og hesi starvfólk hava tí nógv verri rættindi enn fólk, ið eru sett við einum føstum sáttmála
Herfyri reisti eg eisini spurningin í einum skrivligum fyrispurningi í tinginum, og tíverri kundi eg staðfesta, at tað varð ikki arbeitt við málinum.
Tað er tí sera umráðandi at endurskoða og nútímansgera lógina um starvsmenn (bara heitið sjálvt er ótíðarhóskandi) soleiðis at hesi fólkini verða javnsett við onnur, tá sjúka rakar og yvirhøvur eru betur tryggjaði á arbeiðsmarknaðinum. Ein nýggj dagførd starvsmannalóg eigur tí at gerast sum skjótast og liggja ovast á politisku dagsskránni.
Annika Olsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi


.jpg)


