Týsdagin fara føroyingar á fólkatingsval. Ì grundini er tað skeivt at stilla upp til eitt val til eitt parlament í einum øðrum landi, men í teirri støðu vit standa í í løtuni við einari søguligari semju ímillum 5 flokkar í løgtinginum um at javnseta Føroyar við øll onnur altjóða lond, so er tað altavgerandi, at vit hava eina rødd í fólkatinginum, sum arbeiðir í tøttum samstarvi við hesar 5 flokkar.
Tíverri er støðan tann, at vit hava eitt umboð fyri Sambandsflokkin í Fólkatinginum, sum beinleiðis arbeiðir ímóti tjóðarsemjuni, sum er gjørd ímillum 5 flokkar í Føroyum. Tað er skilligt, at eitt sambandsumboð førir sambandspolitikk, men tá man brúkar ein sess í einum øðrum landi til beinleiðis at mótarbeiða fólkaviljanum í Føroyum, tá loypir ketan av. Partapolitikkur hoyrir heima í Føroyum, og skal ikki takast niður á danating
Í valstríðnum hevur undirritaða grundgivið fleiri ferðir um hví, tað er neyðugt, at Føroyar fáa víðkaðar uttanríkispolitiskar heimildir, og sum bert kann fremjast um Føroyar gerast eitt sjálvstøðugt land ájavnt við Danmark, tí :
• Vit hava tørv á at gera upp við DFG skipanina, har Danmark bert greiðir atkvøðu um Føroyar og Grønland eru samd í fiskiveiðifelagskapum sum NAFO og NEAFC, sum regulera fiskiskapin í Flemisch Cap og í altjóða sjógvi um okkara leiðir.
• Vit skulu sjálvi samráðast um okkara rætt til fiskiríkidømi
• Vit skulu hava betri marknaðaratgongd og fríhandilsavtalur, soleiðis at okkara útflutningur er kappingarførur.
• Vit skulu sita við borðið í Arktiska ráðnum og Norðurlandaráðnum, har avgerðir verða tiknar um okkum, og tað sum gongur fyri seg um okkara leiðir.
• Vit skulu tryggja føroysku ítróttarfólkum limaskap í IOC, so tey ikki verða forðaði í at liva sínar dreymar út undir føroyska Merkinum.
• Vit skulu samráðast við danir um tær truplu yvirtøkurnar, ið eru eftir m.a. útlendingamál, løgreglumál v.fl
Vit vita, at tað er tá ið vit hava staðið saman, at vit hava fingið tey bestu úrslitini fyri Føroyar. Vit kunnu taka dømi við makrelmálinum, har øll politiska skipanin stóð saman, sum gav okkum tað neyðugu styrkina at vinna málið fyri Føroyar og í WTO málinum, har allir flokkar á tingi stóðu saman um at finna eina loysn. Vit hava ikki tørv á at heingja okkara klæðir út til almenna áskoðan í Danmark, vit hava tørv á at standa saman um Føroyar og føroysk áhugamál
Annika Olsen, valevni hjá Tjóðveldi til fólkatingi
