Vit verða noydd at gera upp við aldargamlar strukturar hjá starvfólkum í heilsu og umsorganarstørvum. Hóast eitt lønarlyft á 47 mió. Kr er givið nøkrum útvaldum fakbólkum á heilsu og umsorganarøkinum, sum var eitt stig rætta vegin, so hanga gamlir strukturar við frá 1969, tá lønarreformurin varð gjørdur. Hesin lønarreformur setti hesar starvsbólkar niðast í stiganum, tí løn teirra bert varð at rokna sum lummapeningur, tí maðurin framvegis var høvuðsforsyrgjarin í familjuni.
Í áhugaverdari fráboðan, greiðir Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum frá, hvussu støðan hjá hesum kvinnum er á eitt nú eldraøkinum. Støðan er tann, at soleiðis sum arbeiðsdagurin er skipaður á eldraøkinum, so fáa hesar kvinnur ikki fullan starvsbrøk, og tískil heldur ikki altíð fullan arbeiðsdag, men alt frá 8 tímum niður í 5 til 6 tímar, ið er viðvirkandi til stóran lønar- og eftirlønarmiss. Hesir fakbólkar hava fingið lønarhækkan og lønarlyft, men tað nyttar lítið, tá ið vit fasthalda hesi starvfólk í eini láglønarstøðu, tí tey ikki fáa arbeiði, ið svarar til fulla tíð. Og hóast arbeiðsdagurin hjá summum er 6 tímar, so kenna nógv av hesum starvfólkum seg strongd av pressaðu tíðini, til tess at náa og megna allar arbeiðsuppgávurnar, sum verða pressaðar niður í 6 tímar.
Vit verða tískil noydd at hava sjóneykuna á góða starvsfólkarøkt, og taka útgangsstøði í nýggju kunngerðini um sálarliga arbeiðsumhvørvið, sum sigur:
§ 13. Arbeiðið skal í øllum liðum verða lagt til rættis, skipað og útint soleiðis, at tað er trygdarliga og heilsuliga fult forsvarligt bæði yvir styttri og longri tíð, við atliti at stórari arbeiðsbyrðu og tíðartrýsti.
Í øðrum vinnugreinum, leggjast skip still, fyri at halda lógina um hvílitíð. Hví verður hetta sæð so lætt uppá, tá tað kemur til kvinnudomineraðu størv?
Familjumynstrið er nógv broytt hesi seinastu nógvu árini. Tað eru fleiri stakir uppihaldarar, sum bert hava eina inntøku at dúva uppá, og skulu vit eggja fleiri at taka eina røktar og heilsufakliga útbúgving, mugu vit bjóða teimum fulla tíð, umframt at skapa karmar, so tað ber til at arbeiða meira.
Øll størv eiga í útgangsstøðinum at vera lýst fulla tíð, men tíverri síggja vit javnan útsagnir sum hesar: “á eldraøkinum eru so nógv sløg av vaktum, við ymiskum longdum, og tað er ikki nøktandi fyri tað einstaka starvsfólkið, sum skal liva av síni løn
Umstøðurnar, sum vit bjóða fólkum, ið skulu taka sær av teimum allar týdningarmiklastu uppgávunum í okkara vælferðarsamfelag eru als ikki virðiligar og nøktandi. Man kann tí seta sær spurningin, hvussu vit skulu fáa fleiri at velja hesa yrkisleið, tá ið strukturarnir fasthalda starvsfólkini í eini láglønarstøðu?
Hetta er ein av orsøkunum til, at eg eri stórur forsprákari fyri at stytta arbeiðsvikuna, soleiðis at tey starvsfólk, sum ikki sleppa upp í fulla tíð, hava ein møguleika at fara uppá fulla tíð. Í Íslandi byrjaði man at stytta arbeiðsvikuna á heilsu og umsorganarøkinum við sera góðum úrslitum; minni strong, meiri effektivitet og størri nøgdsemi. Um vit fáa framt hetta í verkið, at fáa stytt arbeiðsvikuna hjá starvsfólkum ið arbeiða í vaktum, fáa vit hildið lógina um hvílitíð, sum vit ikki gera í dag.
Somuleiðis er tað umráðandi, at tey sum arbeiða í tíðaravmarkðum støvum á eitt nú eldraøkinum, at tey fáa fastlønarsáttmálar og nøktandi treytir, tá tey eitt nú gerast sjúk. Sama er galdandi fyri tey, sum bert fáa tímar á økinum. Tískil skal lógin um starvsmenn endurskoðast og dagførast. Vit kunnu ikki hava eitt samfelag, har tey sum røkja okkara týdningarmiklastu uppgávurnar í landinum verða revsaði tá ið sjúka rakar, tí hesi bert fáa 80 % av eini arbeiðsmannaløn í mun til øll onnur sum hava fastlønarsáttmálar fáa fulla løn.
At vit styrkja fakligheitina á heilsu og umsorganarøkinum er altavgerandi, og at vit raðfesta at útbúgva starvsfólk innan hesi øki. Løn undir útbúgving var eitt rætt stig á leiðini, eitt mál, sum undirritaða politiskt hevur stríðst nógv fyri í hesum samgonguskeiðnum og sum loksins bleiv samtykt í løgtinginum. Tað er rætt, at starvsfólk kunnu fáa løn, meðan tey útbúgva seg, tí tey eru ein stóran part av síni útbúgving í praktikk, og harvið eisini ein partur av normeringin á arbeiðsplássinum. Vit vita, at tað koma at mangla fleiri 100 starvfólk innan heilsu og umsorganarøkini tey komandi árini, og tí er umráðandi, at vit virða fakligheitina, at vit geva teimum nøktandi og virðiligar umstøður at arbeiða í, bert soleiðis fáa vit fleiri at velja hetta starvsøkið til.
Annika Olsen, valevni fyri Tjóðveldi

