Bíligari bústaðir til ung, lesandi, støk, pør, familjur og eldri - er eisini ein partur av loysnini

15 March 2026
Skrivað hevur
Dennis Holm

Eg havi seinastu tíðina greitt frá ítøkiligum uppskoti um,hvussu vit kunnu byggja bíligari bústaðir - og eisini greitt frá, at størstakommuna í landinum hevur sett gongd á at royna hesa loysn. So vit eru longubyrjað at loysa bústaðartrotið.

 

Bíligari bústaðir eru ein munandi partur loysnini avbústaðartrotinum kring landið. -Og tað hevur týdning at siga “kring landið”, tíhetta er ein avbjóðing, sum ikki bara er í miðstaðarøkinum, men í stórum partiav landinum.

 

Uppskotið, sum eg havi greitt frá, hevur snúð seg um at taðsjálvandi ber til at byggja eina íbúð í Havn á 100 fermetrar, sum ein familjaella onnur kunnu keypa fyri 2,5 mió. kr. Eg havi tilvitað brúkt Havnina sumdømið, tí tað er í Havnini, at bústaðartrotið er størst. Men hendan loysninkann sjálvandi eisini brúkast í Vágum, Eysturoynni, Norðoyggjum, í Suðuroynni -og aðrastaðni kring landið við.

 

Dømi snúði seg um 100 fermetra íbúð, men í dag eru meiri ennhelvtin av húskjunum kring landið antin 1 fólk ella 2 fólk uttan børn. -Og tágevur tað kanska ofta betri meining at hugsa eina minni íbúð, t.d. 60 ella 80fermetrar. 

 

Um ein íbúð á 100 fermetrar kostar 2,5 mió. kr., so er taðlítið at ivast í, at eftir tí leistinum, sum eg havi greitt frá við bíligaribústaðum, so fer ein íbúð á 60 fermetrar ella 80 fermetrar at kosta væl minnienn 2,5 mió. kr. Og eg kann skoyta uppí, at tað tykist sera dýrt, tá ein íbúð íHoyvík, sum er 39 fermetrar, nú um dagarnar stendur til sølu fyri umleið 2 mió.kr. 

 

Tann vegin fara vit ikki.

 

Ítøkiliga fevnir uppskotið um, at kommunur seta byggilendiav til fyritøkur, sum vilja byggja og selja til fólk fyri ein láganfermetraprís. Har tað eisini eru greið krøv um, hvat íbúðirnar kunnu seljastfyri. 

 

Hetta hevur eisini ávirkan á kostnaðin av smærri íbúðum,soleiðis at tað koma íbúðir, har lánsgjaldið / húsaleigan fyri íbúðir á 60fermetrar kann nærkast 6.000 kr. um mánaðin, og íbúðir, sum eru 80 fermetrar,kunnu kosta umleið 7.500 kr. um mánaðin.

 

Ja, tað ber til at byggja bíligari bústaðir, sum eisini erubíligari fyri keyparan. Hetta er ein loysn, sum er til frama fyri bæði ung,lesandi, støk, pør, familjur og eldri.

 

Vilja tit loysnir, so er at seta krossin við Dennis Holm tilløgtingsvalið 26. mars.


Dennis Holm
Tjóðveldi