Dennis Holm

Dennis, hvør ert tú?

Tann spurningin havi eg fingið til uppgávu frá flokkinum at svara, nú valstríðið er skotið í gongd. Ikki ein lættur spurningur at svara stutt. Hetta er mítt svar.

Á heilt ungum árum, tá eg var barn, lærdi eg frá foreldrum mínum um týdningin av at hava ein góðan felagsskap í nærumhvørvinum. Tey vóru bæði virkin í VB – og vóru vit systkini á barnaárum eisini drigin inn í sjálvbodna og ólønta arbeiði fyri felagsskapin.

Hetta hevur fylgt mær á leiðini alt lívið, bæði í mínum arbeiði sum sjálvboðin í frítíðar-, ítróttar- og mentanarlívinum í Vági størsta partin av lívinum – og eisini sum politikari.

Í árunum 2013 til 2020 var eg borgarstjóri í Vágs kommunu og tá gingu vit nýggjar leiðari við høvuðsdenti á “tað góða lívið” og at skapa eitt spennandi lokalsamfelag at búgva, virka og liva í – eitt lokalsamfelag við atdráttarmegi.

Hetta eru eisini høvuðsevnini, sum eg arbeiðið fyri í landspolitikki: Einar sjálvstøðugar Føroyar, har vit skapa tað góða lívið fyri øll, í einum samfelag, har tað eru góð livikor kring alt landið, og har tað eru møguleikar fyri okkum øllum á hvør sín hátt at hava eitt gott lív.

Kona mín, Heidi, og eg, royna eisini at leggja virðini um tann góða felagsskapin og tað góða lívi í okkara trý børn, Alexander, Ronju og William.

Vit búgva í Vági í einum góðum grannalagi í einari bygd, har felagsskapurin hevur stóran týdning. Tað var eisini hesin felagsskapurin, sum gjørdi, at eg flutti aftur til Føroyar eftir lokna útbúgving sum samfelagsfrøðingur við universitetið í Aalborg í 1998.

Á mínari politisku ferð, bæði sum borgarstjóri, sum landsstýrismaður og løgtingsmaður, hevur tað verið og er tað framvegis eitt fokus á, at felagsskapin Føroyar – fokus á, at í heimsins besta samfelag, skulu vit skapa umstøður fyri, at øll skulu kunnu hava møguleikan til tað góða lívið.

Tað er tí eg eri til arbeiðis fyri teg, meg og Føroyar.