Bíligari bústaðir í Havn: Vit eru longu byrjað

15 March 2026
Skrivað hevur
Dennis Holm

Eg havi í longri tíð arbeitt við einum uppskoti, har vit fáafleiri kommunur aktivt at taka lut í at byggja bíligari íbúður. Í tí sambandihavi eg verið á fundi við nógv fólk, har ímillum borgarstjóran í Havn, ElsuBerg, sum hevur verið positiv um hugskotið. Hon hevur eisini sett gongd á atfinna byggilendir í Havn og í Kollafirði til endamálið. 

 Takk fyri tað, góða Elsa. 

 

Ítøkiliga uppskotið er, at kommunur seta byggilendi av tilfyritøkur, sum vilja byggja og selja til fólk fyri ein lágan fermetraprís. Hargreið krøv eru um, hvat íbúðirnar kunnu seljast fyri. 

Haraftrat mugu løgfrøðilig krøv setast í keypssáttmálanmillum partarnar, tí annars kann bíliga íbúðin enda sum ein spekulatiónsvørahjá onkrum, sum selur hana fyri tað dupulta stutta tíð aftaná. 

 

Tað skal ikki henda. Vit vilja ikki byggja søluvørur, vitvilja byggja heim til fólk.

 

Hví ikki um alt landi? 
Orsøkin til, at eg fór í gongd við hetta arbeiðið er, at tá tað í Vági ber tilat byggja og selja fýra íbúðir á einum grundstykki, sum er umleið 550fermetrar, fyri 1,8 mió. kr. fyri hvørja íbúð, so ber tað sjálvandi eisini tilat byggja íbúðir í Havn (og kring landið), sum kunnu seljast fyri t.d. 2,5 mió.kr. - eisini hóast grundstykkjaprísurin í Havn er væl hægri enn í Vági.

 

Í mínum arbeiðið við at fáa sett fokus á týdningin av at vitgeva fyritøkum, sum byggja bíliga, ein framíhjárætt, havi eg verið hjápeningastovnum, hjá lógarkønum, hjá fyritøkum og hjá kommunum. 

 Í Havn hevur Elsa Berg, borgarstjóri tikið væl ímótihugskotinum. Bústaðartrotið er stórt í høvuðsstaðnum og borgarstjórin hevurovast á dagskránni at loysa hesa avbjóðing.

 

Elsa Berg raðfestir at hjálpa fyrsuferðs keyparum, og hesinleisturin er ein týðandi partur av loysnini. 

 Tí loysnin uppá bústaðaravbjóðingarnar snýr seg lutvíst umat ganga nýggjar leiðir og hugsað nýggja loysnir.

 

Mítt uppskot er ítøkiligt - og ikki minst ein loysn, sum ferat føra við sær fleiri bíligar bústaðir í Havn og aðrastaðni í landinum. Ogsjálvandi ber tað til, tá arbeitt verður við loysnum fyri teg, meg og Føroyar.

 

Næsta stig verður at tryggja, at bygt verðurfjøllbroytt - til støk, ung, lesandi, pør og eldri - og landið eisini velurfyritøkur, sum byggja bíligari. Meira um tað fyrsta dagin.

 

Dennis Holm
Tjóðveldi