Føroyska málið skal verjast og virðast
Mentan og list staðfesta okkara samleika og mynda okkum sum fólk og samfelag í heiminum. Mentan og list eru úrslit av tógvum stríði gjøgnum øldir, í samspæli millum ættarliðini, har føroyska málið hevur verið tann berandi bulurin. Tað er mentanin og listin, sum geva okkum íblástur og gera, at vit vilja búgva og virka í hesum landi. Tí skulu vit eisini gera veruligar íløgur í mál, mentan og list, og ikki bara síggja føroyska málið og mentanina sum ein og hvønn tilvildarligan og sjálvsagdan lut.
Altjóðagerðin, tøknin og føroyska málið
Føroyska málið er serstakt fyri okkum føroyingar og okkum, sum búgva í Føroyum. Tað skal styrkjast og mennast so at tað í framtíðini eisini fer at vera grundarlagið undir mentan okkara og samstarvi og samskifti okkara millum. Landið skal tí hava ein málpolitikk, ið skal fevna um allar almennar stovnar og skúlar. Tí skal skúlin tíðliga og sjónliga menna tilvit hjá børnum og ungum um týdningin av føroyska málinum sum samfelagsberandi tjóðarmál í Føroyum. Landið skal í hesum sambandi dagføra tilmælini í málstevnuálitinum Málmørk, og raðfesta tey tilmæli, ið komið verður fram til. Ein almennur málpolitikkur skal vera stovnum, skúlum, lærarum og einstaklingum til hjálpar í starvinum at styrkja støðuna hjá føroyskum á øllum økjum í samfelagnum.
Talgilding
Talgilda og tøkniliga menningin er í síni heild ein stór avbjóðing fyri føroyska málið og føroysku mentanina. Føroyskt skal geras ein sjónligari táttur í talgildu menningini og í talgilda umhvørvinum sum heild, so tað framhaldandi kann verða ment sum fullgildugt samfelagsberandi tjóðarmál í Føroyum. Tað merkir, at vit øll skulu vera tilvitað um støðuna og týdningin hjá føroyska málinum sum natúrligur og sjálvsagdur partur í øllum samskifti okkara millum. Tað merkir ikki, at vit skulu útihýsa ella forbjóða øðrum málum at kunna verða brúkt í Føroyum. Tvørtur ímóti skal skúlin vera tilvitaður um, hvussu altjóðagerð og altjóða samskifti er við til at skapa okkara kringumstøður, bæði samfelagsliga, mentanarliga og málsliga, og tí skal økt tilvit um føroyska málið vera við til at lofta teimum altjóða avbjóðingunum, ið eru á hesum økjum.
Føroyskt mál og føroysk mentan eru styrkt við miðvísum stríði, og tey hava fótað sær ímóti øllum forsagnum í nútímans samfelagnum. Í dag standa nýggjar avbjóðingar fyri framman, har vitanar- og kunningarsamfelagið er veruleiki, og føroyingar skulu virka sjálvstøðugt í altjóða samstarvi.
Gransking
Føroyskt mál skal mennast og framhaldandi vera fult samfelagsbært mál. Vit skulu kunna viðgera allar partar av tilveruni og allar samfelagstættir á føroyskum, og vit skulu kunnu taka heimin til okkara á føroyskum og læra heimsins mál og mentanir gjøgnum føroyskt.
Afturat hesum er altjóðagerðin og altjóða samskifti ein alsamt vaksandi partur av innlendis samskiftinum í Føroyum og ávirkar bæði mál og mentan okkara. Í hesum sambandi skulu vit raðfesta og menna gransking í miðlum og skúlaskapi við munandi øktari játtan til Fróðskaparsetrið, Máltøknidepilin og Kringvarpið. Harumframt skal hægri játtan setast av til talgildu menningina av føroyskum frálærutilfari, har stovnar sum Nám og Bókadeildin verða styrktir og tryggjaðir sítt virksemi, føroyska málinum at frama. Somuleiðis er Málráðið ein týdningarmikil stovnur í hesum sambandi og skal hava bestu umstøður at virka í.
Mentan og list
Við einum víðskygdum, fevnandi og væl orðaðum mentanarpolitikki lyfta vit føroyska samfelagið og tað føroyska málið inn í framtíðina.
Mentanarpolitikkurin hjá Tjóðveldi skal snúgva seg um okkara samleika sum tjóð og fólk við øllum tí fjølbroytni, tað ber í sær. Mentanarpolitikkurin hevur til endamáls at tryggja, styrkja og menna okkara felags mentanararv og mentanarliga tilfeingi. Mentanarpolitikkurin skal virka fyri, at vit fáa framt eina vælvirkandi integratión í føroyska samfelagnum, har rúm eisini skal vera fyri nýhugsan, víðskygni og mentanarligum fjølbroytni.
Mentan og list er at skapa, endurnýggja og viðgera felags virði í samskifti millum menniskju. Mentan og list skapa samleika og amboð at fata okkum sjálv, okkara lív, okkara søgu og samfelag og heimin kring okkum. Mentan og list bróta mørk og flyta okkum framá. Íløgur í mentan og list eru íløgur í fjølbroytni og víðskygni, og tær skapa framburð og gera Føroyar sjónligar og virknar millum aðrar tjóðir. Við einum framsóknum mentanarpolitikki styrkja og menna vit føroyskt mentanarlív á øllum týðandi økjum.
Tjóðveldi vil, at vit seta ein størri part á landsins fíggjarlóg til mentan og list. Tjóðveldi vil, at vit seta á stovn Mentanar- og listaráð Føroya, sum skal vera óheft og umsita og samskipa allar stuðulsjáttanir til mentanarøkið og ráðgeva politiska myndugleikanum.
Mentanar- og listaráð Føroya skal miðvíst styrkja yrkislistina, einstøku listagreinirnar, áhugalistina og skapandi mentanar- og frítíðararbeiðið kring landið. Mentanar- og listaráðið kann skipast á henda hátt við eini fyrisiting við fakkønum fólki í fulltíðar starvi.