Góðu nólsoyingar! Góðu Ovastevnugestir úr nær og fjar!

16 August 2026
Skrivað hevur
Leivur Hansen
Góðu nólsoyingar! Góðu Ovastevnugestir úr nær og fjar!

Setanarrøða hjá Leivi Hansen

Háttvirdu áhoyrarar!

Góðu nólsoyingar! Góðu Ovastevnugestir úr nær og fjar!

Summar hendingar festa djypri røtur enn aðrar og fylgja einum restina av lívinum.

Teirra millum er ótrúliga bragdið hjá Ova Joensen fyri 40 árum síðani, tá hann megnaði at fullføra dreym sín um at rógva teir umleið 1450 kilometrarnar hiðani úr Nólsoy til Keypmannahavnar.

Tá stevnufyrireikararnir sum ein brellbita gjørdu vart við henda merkisdagin á Facebookvanganum 1. juli, viðmerkti eg til stuttleikar, at eg sum útvarpsmaður var millum mongu stoltu og kátu áskoðararnar, ið heilsaðu og fagnaðu Ova henda fagra og hendingaríka dagin á Longulinju.

Og so legði eg hugfarsliga aftrat, at kanska átti hetta at eggjað einum til at farið á Ovastevnu í ár.

Um tað mundi vera hetta, sum gav teimum hugskotið, veit eg ikki, men fáar dagar seinni lógu eini boð  við eini vinarligari áheitan frá stevnufyrireikarunum í boðkliva mínum um at gera teimum tann beina at seta ársins Ovastevnu...

Eg játtaði, takki fyri heiðurin og fari eftir besta førimuni at royna at liva upp til álitið – væl stuðlaður av altíð góðum og vællljómandi tónum frá Havnar Hornorkestri.

Havnar Hornorkestur hevur í mong, mong ár sett sín dám á bæði stór og smá tiltøk í kommununi. Tey eru altíð til reiðar, tá boð eru eftir teimum. Tøkk fái tit fyri tað!

TÁ VIT í dag halda Ovastevnu, halda vit í grundini ikki bert eina stevnu.

Vit halda lív í eini stórhending, sum altíð verður verd at líta aftur á.

Vit minnast ein mann, sum hevði dirvi at gera tað, onnur hildu vera ógjørligt.

Vit minnast ein mann, sum vísti okkum, at stór avrik byrja við fyrsta áratakinum.

Og vit minnast, at tað besta, eitt menniskja kann lata eftir seg, er ikki bara tað, sum tað sjálvt avrikar, men tað, sum tað gevur øðrum.

HETTA er 32. Ovastevnan í røðini, síðani fyrsta stevnan varð hildin í 1994.

Hon hevur verið hildin á hvørjum ári síðani, við undantaki av 2020, tá hon varð avlýst vegna koronufarsóttina.

SÍGGI MONG UNG MILLUM ÁHOYRARARNAR, sum neyvan høvdu sæð dagsins ljós, tá Ove Joensen í 1986 setti Føroyar á heimskortið, og hvørs vitan um hann tískil natúrliga er avmarkað.

Fari tí í stuttum at tríva eitt sindur í søgu hansara.

Ove var føddur 3. desember 1948 í Havn, men vaks upp her úti í Nólsoy saman við foreldrum sínum og fýra systkjum - við einum frálíkum útsýni út á hav.

Sigast kann, at hann í orðsins rætta týdningi var føddur við ár í hond.

Longu sum smádrongur leitaði hugur hansara til sjógvin.

Hann var undir uppvøkstrinum mangan á floti saman við pápa sínum ella einsamallur, áðrenn hann sum hálvvaksin fór til skips – og seinni sigldi um øll heimsins høv.

Hann var ein djarvur og evnaríkur sjómaður ta stuttu tíð, hann fekk her á foldum.

Í 1976 giftist hann danskari konu, sum hann fekk tvær døtur við, áðrenn tey bæði fóru hvør til sítt. Hann fekk eisini eina dóttir við kvinnu, ættað úr Fijioyggjum.

TAÐ VAR á einum av ferðum hansara hinumegin jørðina, í Suðurkyrrahavinum, at hann í 1977 fekk hugskotið at fara at rógva úr Føroyum til Danmarkar.

Hetta var, eftir at hann hevði hitt nýsælendingin Colin Quincey, sum sama árið, sum fyrsti persónur nakrantíð, hevði róð heilt úr Nýsælandi til Avstralia - eitt útivið 2700 kilometrar langt strekki í 63 samdøgur.

Tað gingu sjey ár, áðrenn Ove endiliga var tilreiðar at at taka fyrstu tøkini í  báti sínum, Dianu Victoriu, sum bátasmiðurin Hanus Jensen smíðaði honum til endamálið.

Tríggjar royndir skuldu tó til, áðrenn tað at enda eydnaðist honum at fullføra dreymin.

Fyrstu og aðru ferð - í ávikavist 1984 og 85 - strandaði hann í Hetlandi fyri veður.

Men sum tann treiski og seigi persónurin, hann var, settist Ove 1. juli 1986  fyri triðju ferð við árarnar í Dianu Victoriu. Og tá lovaði hann, at hesaferð skuldi røkka ella støkka. Ja, í roynd og veru hótti hann við ikki at koma heim aftur, miseydnaðist ferðin eisini hesa ferð...

HANN visti, at hann hevði alla bygdina aftan fyri seg, tá hann henda dagin klokkan 15.10 segði heimbygd síni farvæl og tók fyrstu tøkini úr Nólsoyarvík.

Hesin túrurin gjørdist, eins og teir undanfarnu, bæði harður og baldrutur og ikki sørt vandamikil.

Men undir sjálvum ólavsøkukappróðrinum hetta árið kundi útvarpið bera tey gleðiboð, at Ove og Diana Victoria – eftir at hava balst á opnum havi í logn og í ódn í 28 samdøgur - høvdu nomið land í Danmark.

Hann var tá komin til Thyborøn í vestara munnanum av Limfjørðinum, har hann varð stórliga fagnaður.

Frá hesum degi og til hann 14 dagar seinni kom til Keypmannahavnar, var hann høvuðsevnið í donsku bløðunum, sum skrivaðu síðu upp og síðu niður um ”Den gale færing”, ”Den ensomme roer”, ”Den færøske fantomroer”, ”Sommerens helt” osfr. Osfr. Lýsingarorðini trutu ikki!

Hvørki fyrr ella síðan hava Føroyar og føroyingar fingið so nógva og góða umrøðu í Danmark, sum hesar dagarnar, ”Ro-Ove” var í miðdeplinum.

Sum viðføri á ferðini hevði Ove 100 litrar av vatni, 15 litrar av mjólk, 15 litrar av juice, skerpikjøt, turra grind og fisk umframt eydnudukkuna Anju, sum systirdóttirin hevði givið honum og sum var uppkallað eftir henni.

TANN 11. AUGUST kl. 16.20 fyri altso júst 40 árum síðani upprann so dagurin, tá Ove undir miklum rómi náddi máli sínum og kreyp upp á havfrúnna á Longulinju og gav henni eitt klemm og ein koss, áðrenn hann fyri fyrstu ferð í 42 samdøgur aftur hevði trygt undir fótum – sum tjóðarhetja.

Fólk í stórum tali trunkaðust um hann, tá hann steig í land. Teirra millum vóru nakrir føroyskir fjepparar. Teir høvdu eina fulla grýtu við nýkókaðum tvøsti, spiki og eplum við sær, sum teir ætlaðu at rætta honum, men grýta og innihald hvurvu í øllum hurlivasanum og spurdust ikki aftur.

Alt hetta og mangt annað áhugavert og stuttligt eygleiddu vit báðir Tróndur Djurhuus, tá vit hugagóðir í beinleiðis sending í útvarpinum søgdu spentu lurtarunum heima í Føroyum frá øllum tí, ið fór fram undir stórbæru móttøkuni.

Fyrstu orðini, Ove segði, tá vit langt um leingi fingu orðið á hann, vóru:

”Hetta geri eg aldri aftur!”

Við hesum undirstrikaði hann, hvussu strævin og krevjandi, henda drúgva og avbjóðandi ferðin í roynd og veru hevði verið.

Øll skipini, ið lógu í Keypmannahavnar havn henda seinnapartin, ýldu, Ova til heiðurs, fagnaðarrópini og lógvabrestirnir frá teimum umleið 25.000 undrandi og ovfarnu áskoðarunum mundu ongan enda fingið, rakettir vórðu sendar upp og sleipibátar skutu í allar ættir við sínum vatnkanónum.

”Hetta er ótrúligt. Eg fati onki av hesum. Hetta er størsta løtan í lívi mínum”, segði Ove ovurfegin og trokaði seg síðani víðari gjøgnum mannamúgvuna yvir til mammu sína, Olevinu, og hálsfevndi hana.

Hon var saman við 30-40 øðrum mælskum og ikki sørt stoltum nólsoyingum komin niður at taka ímóti og fagna soni sínum.

Umboð fyri landsstýrið, løgtingið, Nólsoyar bygdarráð, ÍSF, danskar stovnar og fyritøkur við Egon Weidekamp yvirborgarstjóra í Keypmannahavn á odda, vóru eisini millum tey hjástøddu.

”Ongantíð fyrr hava so nógv skip verið í havnini í Keypmannahavn sum í dag. Vit hava brúk fyri meiri havnargjaldi, so tú ert vælkomin at gera ferðina um aftur”, segði Weidekamp skemtandi og takkaði Ova fyri, at hann hevð valt sær Keypmannahavn sum endastøð.

MEIRA ENN ein mánaður gekk, áðrenn Ove – eftir at hava ferðast Danmark runt og greitt frá ferð síni – útlúgvaður kom aftur til Føroya.

Sum útvarpsmaður var eg við umborð á sluppini Westward Ho, tá hon 21. september flutti Ova út higar, her hann aftur fekk eina stórfingna móttøku.

Ikki færri enn 2.000 fólk úr øllum landinum vóru komin út higar at taka ímóti honum henda fagra heystardagin.

Sum tøkk fyri stóru móttøkuna lovaði Ove nólsoyarbørnum at virka fyri, at tey skuldu fáa ein svimjihyl.

Hann hugsaði um komandi ættarlið. Um børnini í oynni. Um møguleikar, sum hann helt, at tey áttu at fáa.

Men tíverri vildi lagnan tað øðrvísi.

24.november árið eftir – í 1987 - bórust sorgarboðini um, at Ove í dýrdarveðri var druknaður inni á Skálafjørðinum, níggju dagar undan 39-ára føðingardegi sínum, á veg út higar í kæra báti sínum.

Líkið varð funnið tveir dagar seinni og liggur grivið í kirkjugarðinum her úti.

Ærað verður minnið um Ova, sum eg persónliga kendi sum ein fittan, fryntligan og fyrikomandi – umenn lítillætnan – persón.

Beiggi hansara, Ba, segði í Degi og Viku um dagarnar, at Ove eisini kundi vera bæði tvørur og illsintur.

Eginleikar, ið helst komu honum væl við, góvu honum styrki og áræði, í einseminum á víðum havi.

TAÐ VERÐUR ofta sagt, at Nólsoy er ein lítil oyggj við einum stórum hjarta. Tað er kanska ongin staður í Føroyum, har samanhaldið kennist sterkari enn júst her.

Tá gleðin er størst, gleðast øll saman. Tá mótburður rakar, lyfta øll í felag. Og tá ein teirra ger okkurt serligt, so eigur øll bygdin lut í tí.

Soleiðis var eisini, tá Ove framdi søguliga bragd sítt.

TÁ SORGIN eftir deyða hansara hevði lagt seg, vildu nólsoyingar ikki lata søguna um Ova enda.

Tey valdu – við høvuðsstuðuli hansara, Birgiri Andreassen á odda - at halda fram og tóku lógvatøk saman.

Burturúr hesum spurdist Ovastevnan, sum altso fyrstu ferð varð hildin í 1994 við sama endamáli, sum Ove hevði sett sær fyri: at savna pening til ein svimjihyl í bygdini.

Birgir og fyritøka hansara, Idé Møblar, stuðlaðu øllum trimum royndum hansara at fremja dreym sín.

Uttan henda dygga stuðulin hevði ævintýraferð Ova valla borið til, og fyri hetta hevur Birgir tískil uppiborið eitt stórt herðaklapp!

FYRI eini tíggju árum síðani varð endamálið hjá Ovastevnuni broytt til ístaðin at byggja eitt savn Ova til minnis.

Eitt stað, har søga hansara kundi varðveitast. Har komandi ættarlið kundu hoyra um ferðina. Og har Diana Victoria skuldi fáa sítt fasta heim.

Hetta er nú – nær sagt aftaná blóð, sveitta og tár – loksins vorðið veruleiki.

HVAT so við avlopinum frá Ovastevnuni í framtíðini, spyr kanska onkur forvitin sál.

Jú, síggja tit, tað sum altíð hevur eyðkent Ovastevnuna er, at nærum øll tiltøkini eru ókeypis, burtursæð frá mat- og ølsølu og onkrum øðrum.

Yvirskotið er tí ikki stórt, men tað ið loypir av, verður latið til trivna í bygdini, eitt nú til bygdarhúsið, nýggjárshald og ítróttarfelagið, so tey oyruni koma væl við.

NÓLSOYINGAR leggja nógv fyri at taka ímóti mongu vælhýrdu stevnugestunum og í fleiri útgávum at vísa fram tann hugnaliga, stuttliga og framúr góða andan, sum eyðkennir Nólsoy.

Felagsskapur, tónleikur, hugni og minnini um Ova eru í dag fastir tættir á Ovastevnuni.

VIÐ KOMMUNUSAMANLEGGINGINI í 2005 – har eg sum táverandi býráðslimur eisini hevði ein fingur við í spælinum - batnaðu umstøðurnar hjá nólsoyingum á summum økjum. Tildømis hava børnini sum ein natúrligan part av skúlagongdini møguleika at læra at svimja í Havn.

So hóast svimjihylur ongantíð varð bygdur í Nólsoy, eru nógv av virðunum, sum Ove stríddist fyri, kortini vorðin veruleiki. Børnini læra at svimja, trygdin er styrkt og komandi ættarlið fáa tann førningin, sum Ove ynskti teimum.

Gamaní liggur enn sumt á láni, sum nólsoyingar eftir samanleggingina leingjast eftir at fáa í rættlag, m.a. á íbúðarøkinum. Men sambært borgarstjóranum – sum hevur verið frammi alment og gjørt viðmerkingar til hetta - verður arbeitt miðvíst við onkrari verkætlan á hesum øki, sum væntandi kemur undan kavi, áðrenn langt umlíður.

Mítt politiska virksemið í dag snýr seg sum limur í Eldraráðnum í høvuðsheitum um at verja borg hjá teimum eldru – eisini teimum eldru her úti – og vónandi fer eisini – viðbýráðsins vælsignilsi – okkurst at spyrjast burturúr hesum skjótt.

Nýggj krøv og ynskir taka seg upp allatíðina í eini virknari og vaknari kommunu sum okkara, og tí er umráðandi, at tey, ið stíla fyri, royna at leggja soleiðis til rættis, at allir borgarar kenna seg fáa lut og ágóða av teimum frambrotum og átøkum, ið sett verða í verk.

”TAÐ ER í Nólsoy, eg vil búgva. Her er so friðarligt og stilt”, syngja teir báðir, Janus Nolsø og Charles Gade.

Hvussu friðarligt og stilt tað verður her um vikuskiftið, tori eg ikki at spáa um. Tó skal vón mín vera, at alt spælir væl av, og at fólk duga at halda sær at gamni, samstundis sum tey vísa hógv við virðing fyri bygdini og fólkinum, ið her býr.

Loyvi mær samstundis at heita á avvarandi myndugleikar um framhaldandi at leggja doyin á at varðveita oynna rottufría, so drunnhvítin og annar viðkvæmur fuglur, ið heldur til her úti, eisini í framtíðini fær frið at liva og nørast her.  

ANNARS til lukku, nólsoyingar, við Stuttholinum, nýggja matstaðnum her úti.

Síðani Maggi'es snaraði lyklinum um, hevur stórur saknur verið á einum nýggjum savningarstaði her í bygdini – ikki minst nú á Ovastevnu. So góða eydnu og blíðan byr við tiltakinum, tit óføru fólk, ið hava slóðað fyri og fingið hetta í lag!

Við hesum orðum lýsi eg hervið Ovastevnuna 2026 at vera setta.

Góða Ovastevnu!

Takk fyri! See less

Meira um sama evni

No items found.