List og mentan skulu hava betri karmar – kring alt landið!
Vit hava sæð menningina hjá okkara ítróttafólkum, tá børn og ung sleppa at spæla í hallum og á vøllum sum teimum lystir – áðrenn, undir og eftir venjing. Tað er ikki bert undir skipaðum umstøðum, men eisini tá ið tey sjálvi sleppa at stýra og spæla, at tey menna seg.
Mentanin hevur uppiborið somu karmar sum føroyski ítrótturin hevur. Á sama hátt, sum ítróttarfólkini hava ítróttarhallir og fótbóltsvøllir kring alt landi, so er upplagt, at listafólkini hava arbeiðshøli til taks, har tey kunnu virka sína listagrein, menna seg og spíla seg út.
Mentanin bindur okkum føroyingar saman sum tjóð og gevur okkum ein felags samleika. Føroyar eru signaðar við eini rúgvu av listafólkum í heimsflokki, sum menna og styrkja okkara føroysku mentan. Tey undirhalda, provokera og bjóða okkara tonkum og til tíðir ov stirvnu samfelagsskipanum av. Tey leggja afturat okkara tjóðarsamleika og flyta samfelagið framá.
Føroyska listin hevur eisini stórt útflutningsvirði. Fleiri listagreinar vísa sítt støði í heimsflokki, við altjóða tilnevningum og heiðurslønum.
Tí er tað at skapa góðan gróðrarbotn fyri okkara listafólk ein íløga, sum gevur fleirfalt aftur til samfelagið. Ikki bara í inntøkum, men serliga eisini mentanarliga, samfelagsliga og andaliga.
Hetta er tjóðarbygging og eg fari at arbeiða fyri hesum, um eg verið valdur á ting.
Fyri teg, meg og Føroyar!
Set X við Hergeir Teitsson á lista E!
.jpg)





.jpg)