Men hvar er tann nevin, sum slær í borðið móti órættislag?

25 March 2026
Skrivað hevur
Hergeir Teitsson

Búskapurin buldrar avstað og vit hava búskaparvøkstur hvørt ár. Tað hoyra vit dag og dagliga – vøksturin í BTÚ var 5,8% sambært nýggjasta metingin fyri 2025 frá Búskaparráðnum. Ríkisveitingin er til samanberingar einans 2%. Men hetta kemur als ikki øllum til góðar. Vit hava ikki karmarnar til at steðga bløðingini av ungum sum flyta av landinum, og prísirnir á bústaðarmarknaðin eru ov høgir til vanlig fólk at sleppa framat.

Samstundis síggja vit fleiri stórar fyritøkur í Føroyum, sum seinastu tíðina hava lagt fram roknskap fyri undanfarna ár við risayvirskotum. Og aðrar selja fiskiskip fyri absurdar upphæddir, tí at tær hava fingið ókeypis fiskiloyvi at virka tilfeingið í sjónum frá landinum. Tilfeingið, sum við lóg er ogn Føroya fólks!

Hetta er ikki eitt skot eftir teimum fólkum og fyritøkum, sum eru múgvandi og hava stór yvirskot. Tey virka bara til sín fyrimun í teimum skipanum, sum landið hevur samtykt at veita teimum. Nei, hetta er ein atfinning móti einari politiskari skipan, sum ikki megnar at gera broytingar í teimum skeiklaðu skipanunum, áðrenn tær elva til kreppu fyri ungu og vanligu føroyingarnar.

Teir flestu flokkarnir tosa um, at loysnin upp á hetta er at byggja fleiri búeindir. Hetta verður ikki gjørt upp á eitt ár ella tvey. Tey siga, at vit skulu geva ungum fólkum og familjum fígging frá síni egnu pensjónsuppsparing ella avtaka MVG av bústaðarbygging. Men hetta eru ikki nakrar loysnir, sum fara at geva vanligum fólkum ein rættvísan prís fyri tann bústaðin, teimum tørvar.

Tað broytir ikki tað, sum er galið. Vit hava eina vanlukkuliga skeiklan í býtinum av ríkidøminum í Føroyum. Tilfeingið í landinum er í praksis privatiserað og kemur bara nøkrum fáum fólkum til góðar! Onkur borgarligur flokkur ætlar enntá, at vit skulu privatisera landsjørðina eisini. Tá er struktururin fyri fámannaveldi fullkomin!

Og so hava vit bústaðarmarknaðin, sum má umskipast, so at vanlig arbeiðandi fólk kunnu sleppa framat! Í løtuni kappast miðal- og láglønt við múgvandi vinnulívsfólk og fyritøkur, sum hava fríar teymar til at keypa tær fastognir sum verða bodnar út. Og hetta verður sama støðan, hóast ungar barnafamiljur sleppa at brúka sína pensjónsuppsparing til at gjalda bústaðin.

“Business as usual” er ikki vegurin fram, og tað eru hissini lappaloysnir heldur ikki. Vit mugu hava veruligar broytingar í skipanum fyri at koma hesum trupulleikanum til lívs. Eg trúgvi einki uppá, at hesar broytingar fara at koma frá politikkarunum, sum hava latið okkum koma í hesa støðuna. Tí er mín áheitan, at Føroya fólk velur ung fólk við vilja og áræði, sum sláa nevan i borðið, og tora at broyta hesar skeiklaðu skipanirnar – so vanligir føroyingar fáa lut í landsins ríkidømi!

Hesum fari eg at arbeiða fyri, um eg verði valdur í Føroya løgting. Fyri teg, meg og Føroyar!

Set X við Hergeir Teitsson á lista E!