Bústaðartrupulleikin í Føroyum fyllir nógv í valstríðnum. Tað er gleðiligt, tí hetta er veruliga ein av okkara størstu samfelagstrupulleikum. Og fyri nógv fólk er hetta ikki bara tos, men dagligur veruleiki. Møguleikin at fáa egnan bústað er ein inngrógvin lutur í føroysku mentanini, og er tað nakað, sum flestu føroyingar stremba eftir, ungir sum eldri.
Føroyar verða ofta nevndar sum eitt av heimsins ríkastu londum pr. íbúgva. Men hetta hagtalið hevur ikki stórt virði fyri vanlig fólk, tá ið tey ikki hava ráð at fáa tak yvir høvdið.
Loysnin upp á trupulleikan er í grundini einføld, men leiðin til loysnina er ikki einføld. Vit skulu byggja nógv fleiri og fjølbroyttari bústaðir. Vit hava tørv á bæði almennari og privatari bygging við greiðum endamálum. Eini greiðari ætlan fyri, hvussu hetta verður framt í verki. Og vit mugu tora at brúka skattapolitikkin aktivt fyri at seta avmarkingar á spekulatiónina í bústaðarmarknaðinum. Hissini átøk sum at endurskoða bygningskunngerðina og brúka egna pensjónsuppsparing til eginfígging fara neyvan at broyta gongdina, sum er.
Síðan aldarskiftið er miðalprísurin á bústaðarmarknaðinum fleirfaldaður, meðan politiska skipanin í stóran mun ikki hevur handlað. Í løtuni er støðan hon, at láglønt húski nærum ongan møguleika hava at sleppa inn á bústaðarmarknaðinum. Miðallønt húski mugu arbeiða fulla tíð ella meira fyri at gjalda stóru bankalánini. Hvørki av hesum er nakað, vit føroyingar kunnu vera ernir av.
Vit mugu hava eina yvirskipaða samfelagsætlan og -visión, tá ið vit arbeiða fram ímóti loysnini upp á bústaðartrupulleikan. Vit skulu skipa føroyska samfelagið á slíkan hátt, at tvey vanlig arbeiðsfólk uttan mun til bakgrund og útbúgving skulu kunna seta búgv og liva eitt virðiligt lív – bæði á bygd og í Havn.
Allir flokkar á tingi mugu taka ábyrgd og gera eina breiða (ella fulla) semju um, hvussu farast skal fram, annars kunnu vit veittra farvæl til ungdómin, til barnafamiljurnar, til hægri burðartal og til búskaparvøkstur.
Vit hava ráð at loysa trupulleikan. Vit hava ikki ráð til politiskt atgerðaloysi.
Fyri teg, meg og Føroyar!
Set X við Hergeir Teitsson á lista E.
.jpg)