Hergeir Teitsson

Eg eiti Hergeir Teitsson og eri 33 ára gamal og búgvi í Sandavági samanvið konu míni, Maria Svabo Samuelsen, sum er útbúgvin sálarfrøðingur. Saman eiga vit døturnar Íðunn, Ragnhild og Gunnvør, sum eru ávikavíst 8, 4 og 1 ára gamlar. Dagliga starvist eg á Land- og sjókortsdeildini á Umhvørvisstovuni, har eg eri sjókortssamskipari.

Eg eri ættaður úr Kirkjubø, har ið eg eisini vaks upp. Pápi mín, Teitur Heindriksson, er snikkari og mamma mín, Kari Roarsdóttir, er gartnari. Tað var serligt at vaksa upp í Kirkjubø, tí at kalla øll í lítlu bygdini eru ættað heima av Garði og familjubondini eru tøtt. Og stórur dentur hevur verið lagdur á okkara felags føroysku mentan, sum er serstøk, harðvunnin og viðbrekin. Ættarbond míni røkka tó eisini út um Kirkjubø, tí mamma mín er úr Noregi, har vit regluliga hava vitjað og eisini búð í styttri tíðarskeiði.      

Barnaskúlaárini vóru á Velbastaðar skúla og framhaldsdeildin í Kommunuskúlanum í Havn. Eftir lokið studentsprógv flutti eg í 2013 til Keypmannahavnar í lestrarørindum saman við Mariu. Har fór eg undir hægri lestur til sivilverkfrøðing í jarðalisfrøði á Danmarks Tekniske Universitet í Lyngby. Eftir lokna kandidatútbúgving í 2019 fekk eg granskingarstarv á DTU Space innan tyngdarmáting og -myndling, sum síðani gjørdist til eina ph.d. verkætlan í 2021. Ritgerðin varð vard á heysti í 2024, stutt eftir at eg var byrjaður í starvi á Umhvørvisstovuni. Hóast vit bæði bert ætlaðu okkum at vera í mesta lagi 5 ár í Danmark, vóru vit nærum tvífalt soleingi. Ætlanir broytast meðan man livir.

Av frítíðarítrivum havi eg sum ungur og vaksin sungið nógv í kóri, serliga í føroyska Húsakórinum í Keypmannahavn. Nú syngi eg við kórinum til Nýggjarskonsertina hjá Symfoniorkestrinum. Sum barn íðkaði eg serliga fimleik, men havi roynt meg í flestu ítróttargreinum. Síðan eg flutti heimaftur havi eg verið venjari og nevndarlimur í Vága Fimleikafelagi. Frítíðin verður mest brúkt saman við familjuni. Tá ið tíðin loyvir tí dámar mær væl at hugna mær við vinum, lesa, fara í hagan ella renna ein túr.

Eg eri loysingarmaður um ein háls og vil, at vit skulu standa á egnum beinum í Føroyum. Í mínum huga merkir loysing at taka ábyrgd av øllum viðurskiftum, sum koma okkum við. Sum sjálvstøðugt land kunnu Føroyar hava altjóða samband og samstarv á jøvnum føti við onnur lond í heiminum, eins og aðrir statir. Alt politiskt arbeiði skal gerast við málinumum at gerast eitt sjálvstøðugt land.

Føroyar skal vera eitt land fyri allar føroyingar, bæði nú og í framtíðini. Týðandi tøk mugu takast, so at Føroyar verður eitt land, har tað er lokkandi, eggjandi og møguligt hjá ungu ættarliðunum at nema sær útbúgving, seta búgv og fjølgast. Eg eri fyri einum samhaldsføstum samfelagi, har ið okkara náttúruríkidømi kemur øllum til góðar. Allir føroyingar skulu hava somu møguleikar. Og eg vil, at politisku flokkarnir taka seg um reiggj og gera neyðugar nýskipanir við føroyskum loysnum, fyri at tryggja eitt burðardygt og haldført samfelag fyri okkum øll og fyri tey komandi ættarliðini í Føroyum.