Fleiri vard størv

13 March 2026
Skrivað hevur
Hendrik Egholm

Vit kunnu gleðast um, at arbeiðsloysið í Føroyum er sera lágt, hetta ger, at nógv útlendsk arbeiðsfólk eru her og arbeiða ófaklært arbeiði.

Í Føroyum eru nógv fólk, sum av ymsum orsøkum ikki klára at arbeiða fulla tíð, ella sum skulu hava meiri vegleiðing á arbeiðsplássinum enn vanligt er.

Hesi fólk eru eitt stórt óbrúkt tilfeingi fyri land okkara, tí tey kundu verið á arbeiðsmarknaðinum í vardum størvum.

At hava eitt arbeiði at fara upp til økir um lívskvalitetin, tú fært kensluna av at hoyra til samfelagið, fært starvsfelagar og kemur í samband við nógv fólk.

Vit hava eina góða skipan við serbreytum í skúlanum, nú skulu vit fáa fleiri av teimum næmingunum út á arbeiðsmarknaðin eftir lokna skúlagongd.

Samfelagið verður nógv ríkari, tá vit øll, við okkara ymiskleikum, møtast úti á arbeiðsmarknaðinum.

Um vit uppraðfesta skipanina við vardum størvum fáa vit

·      Starvsfólk til størv í vinnum, har arbeiðsmegi manglar.

·      Fólk við øktum lívskvaliteti, tí tey sleppa til arbeiðis.

·      Eitt fjølbroyttari samfelag.

·      Minni tørv á útlendskari arbeiðskraft.

Hesum vil eg arbeiða fyri

Fyri teg, meg og Føroyar, eisini teimum við ymsum avbjóðingum.

Hendrik Egholm

Valevni fyri Tjóðveldi