Hendrik Egholm

Eg eitur Hendrik Egholm og eri giftur við Hjørdis Harlaldsdóttir Jensen av Sandi, har vit eisini búgva. Vit eiga 4 børn Jóhannu, Harald, Aldu og Janus.

Eg eri uppvaksin í Streymnesi, yngstur av trimum systkjum, og búði har til eg flutti til Keypmannahavnar at lesa sum 20 ára gamal. Heima hjá okkum, var nógv varð tosað um politikk og samfelagsviðurskifti, so áhugin fyri samfelagnum birtist tíðliga.

Eg eri útbúgvin sivilverkfrøðingur á DTU og arbeiði hjá ráðgevarafyritøkuni LBF. Tá vit fluttu til Føroyar undirvíst eg í 6 ár á Studentaskúlanum í Hoydølum í alisfrøði og støddfrøði.

Nógv av frítíðini hjá okkum fer við ítróttarvirkseminum hjá børnunum, so B71 er einstórur partur av gerandisdegnum, bæði venjingar og kappingar í vikuskiftunum. B71 er ein ótrúliga góður og týdningarmikil felagsskapur fyri Sandoynna, tí har kunnu børnini gera ítrótt, bæði summar og vetur, í góðum og tryggum umstøðum.

Føroyskur dansur hevur altíð havt mín stóra áhuga, áhugin varð kveiktur við barnadansi í kappróðrarneystinum í Streymnesi. Tá eg flutti til Keypmannahavnar, fór eg at dansa við dansifelagnum Fótatraðk. Nú dansa vit øll í familjuni við LeikumFagurt á Sandi, har vit eisini hava  barnadans fyri øllum børnum á Sandoynni. Eg havi verið formaður í Leikum Fagurt í meir enn 10 ár.

Vit hava nakað av seyði og eg eri røktingarmaður í Sandarhaga saman við tveimumøðrum sandingum. Fyri meg er tað umráðandi, at vit øll í familjuni eru uppi í, tá vit fáast við seyð, og at tað er hugnaligt; hetta ger, at børnini gleða segtil heystið, tá vit skulu fletta.

Nøkur av mínum hjartamálum eru:

Vit skulu liva í einum samhaldsføstum landi, sum stendur á egnum beinum.

Arbeiðið við tjóðarsemjuni skal bera á mál.

Bústaðarmøguleikarnir mugu betrast, so okkara ungu støðast í landinum og koma aftur til Føroyar eftir loknan lestur.

Føroysk framleiðsla skal hava betur karmar og umstøður at røkka keyparunum.

Hetta haldi eg

No items found.