Vælferðin kann ikki byggjast á útbrend starvsfólk!

22 March 2026
Skrivað hevur
Hanna Paula við Streym

Heilsu- og eldraøkið er undir vaksandi trýsti: fleiri fólk at røkta, kompleksari uppgávur og vantandi starvsfólk. Politkarar tosa støðugt um fíggjarligt haldføri. Men týdningarmesta haldførið er tað menniskjansliga - og tað má raðfestast nú!

valgrein

Hanna Paula við Streym

Valevni fyri Tjóðveldi

»Rennið skjótari«. Tað tykist vera einasta loysnin við verandi skipan.

Men starvsfólk á heilsu- og eldraøkinum eru komin at markinum. Tey kunnu ikki renna skjótari, enn tey longu gera.

Vit hava eina kunngerð um sálarligt arbeiðsumhvørvi, sum greitt staðfestir, at arbeiðið skal skipast, so tað er trygt og heilsuliga forsvarligt – eisini tá talan er um arbeiðsbyrðu og sálarligt trýst.

Men veruleikin er ein annar. Og vit síggja avleiðingarnar. Fleiri verða sjúk av arbeiðinum, fleiri gevast og fakligheitin verður trýst. Prísurin er høgur fyri starvsfólk, sjúklingar og okkara gomlu.

Politiska skipanin má taka ábyrgd. Bæði lóggáva, kunngerð og vitan siga tað sama – arbeiðsbyrðan skal samsvara við starvsfólkatalið og førleikar. Kortini verður arbeiðið framvegis skipað, sum um hetta ikki er galdandi.

Vit hoyra nógv um, at pensjónsaldurin má hækka fyri at tryggja haldførið í landinum.

Men hvat við haldførinum hjá starvsfólkunum? Hvussu skulu sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar arbeiða til 70 ára aldur?

Hetta hongur ikki saman.

Vit skulu ikki hava eitt samfelag, sum slítur fólk niður. Vit skulu hava haldført arbeiðslív, og lógin skal fylgjast. Arbeiðsvikan eigur at vera 37 tímar. Tey, sum vilja arbeiða eftir pensjónsaldur, skulu sjálvandi sleppa tað, men tað skal gerast skynsamt.

Vit hava alt ov leingi havt effektivitet og sparingar í miðdeplinum.

Nú er tíðin komin at seta menniskju í miðdepilin.

Tí vit kunnu ikki byggja okkara vælferð á útbrend starvsfólk.