Tað standa 1100 fólk á bíðilistum til at fáa hjálp á psykiatriska deplinum. Serliga eru tað fólk við ADHD og autismu, sum bíða longi eftir útgreining og viðgerð. Børn, ung og vaksin.
Men meðan øll tosa um sálarheilsu, er EINKI gjørt fyri at stytta um listan!
Um tú leitar tær hjálp á Psykiatriska Deplinum í dag, kanst tú vænta at bíða í TVEY ÁR.
So long er bíðitíðin.
Tá ið tú so ert sloppin framat og hevur fingið ADHD diagnosu - ja, so mást tú í eina nýggja bíðirøð fyri at fáa røttu hjálpina. Tað fer eisini at taka tær TVEY ÁR.
Tað tekur sostatt í løtuni FÝRA ÁR at fáa sálarliga hjálp í Føroyum. Tað er ørt!
Meðan orðið »Sálarheilsa« trendar, ja, so gongur tað meiri striltið at raðfesta neyðugu pengarnar fyri at fremja sálarheilsuna.
Vit kunnu ikki longur (burtur)forklára tað við “vantandi starvsfólki” ella “øktum tørvi”. So mugu vit gera tað lokkandi at starvast innan psykiatriina.
Vit kundu byrjað við at hjálpt teimum, sum ikki hava fingið eina diagnosan enn. Tørvar tær hjálp, skalt tú fáa hana. Er tað ikki grundreglan undir vælferðarsamfelagnum?
Vit kunnu heldur ikki (burtur)forklára tað við, at tað er ov dýrt. Tí tað er óteljandi ferðir dýrari at lata hesi fólkini bíða. Tá vaksa trupulleikarnir, og tað endar ofta við innlegging, misnýtlsu og alstórum trýsti á bæði tann rakta og alla familjuna.
Vit hava ikki tørv á fleiri arbeiðsbólkum ella analysum av psykiatriini.
Vit hava brúk fyri, at psykiatriin verður raðfest politiskt.
Og hon skal raðfestast fremst!
Hanna Paula við Streym
Valevni fyri Tjóðveldi
Fyri teg, meg og Føroyar



