Hanna Paula við Streym

·      Útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og havi starvast innan sjúkrarøkt í 25 ár.

·      Starvast sum deildarleiðari og eindarleiðari á eldraøkinum og psykiatriska økinum seinastu 15 árini.

·      Leiðsluútbúgving í 2023 - og arbeiði nú sum deildarleiðari á Psykiatriska Deplinum.

·      Varaborgarstjóri í Sunda Kommunu - vald á Kvinnulistanum.

·      Búgvi við Norðskála, gift Jóhan, sum er sjómaður. Vit eiga fýra dreingir

Tað, sum eg serliga vil arbeiða fyri, er:

Landið má taka sína ábyrgd á eldraøkinum

·      Landið leggur ov stórt trýst á kommunurnar við at leggja støðugt fleiri uppgávur út – uttan at parturin, sum landið hevur ábyrgd av, fylgir við – eitt nú útbúgvingar.

·      Vit mugu bøta um útbúgvingarmøguleikarnar hjá hjálparfólki innan eldraøkið. Um neyðugt, má heilsuskúlin flytast.

Sosialu skipaninar mugu endavendast

·      Vit mugu broyta skipanir innan almanna- og sosiala økið, so at pengarnir í nógv størri mun koma teimum, sum hava tørv á hjálp, til góðar.

·      Almanna- og sosialøkið er merkt av, at útskiftingin millum starvsfólk er stór. Tey, sum hava størst tørv á hjálp, skulu fáa bestu starvsfólkini - ikki skiftandi avloysarar.

Landsverk má halda sína skyldur

·      Ferðslutrygdin í nógvum bygdum kring landið er út av lagi vánalig, tí Landsverk ikki heldur sínar skyldur ella viðlíkaheldur.

·      Byggiverkætlanir mugu stýrast munandi strammari, tí vanligi løntakarin kann ikki rinda fyri byggisjusk og vantandi ábyrgd.

Náttúra og grøn orka

·      Samfelagið stendur fyri stórum útbyggingum – bæði til bústaðir, vegir, tunlar, grøna orku og annað. Hetta má tó gerast við skili og fyriliti fyri okkara sárbæru náttúru.

·      Grøn orka er málið, og vit mugu allatíðina flyta okkum á grønu leiðini. Men tað má samstundis gerast bíligari fyri húsarhaldini at velja grønar loysnir.