Minni til umsiting – meira til menniskjað

18 March 2026
Skrivað hevur
Hanna Paula við Streym

Almanna- og sosiala skipanin, sum vit hava kopierað úr Danmark, má strikast. Í Danmark eru 6 milliónir fólk - í Føroyum bara 55.000. Umsitingin er alt ov tung og millum løgini ov nógv. Í staðin mugu vit gera okkara egnu, hóskandi og meiri smidligu skipan, so fólk lættari kunnu fáa júst ta hjálp, teimum tørvar  

Almanna- og sosiala økið er ein av fíggjarliga tyngstu postunum hjá landskassanum. Men allir hesir pengarnir røkka í stóran mun ikki teimum, sum teir eru ætlaðir til.

Ov nógv fer til umsiting, skipanir og bygnað heldur enn at hava fult fokus á menniskjað.

Vit hoyra ofta, at eingin skal detta niðurímillum. Men veruleikin er, at nógv fólk uppliva nakað annað.

Edvard Heen, fyrrverandi stjóri í Almannaverkinum, staðfesti, at: »sosiala skipanin í Føroyum er fløkt og torfør at finna runt í. Skipanin er vorðin so samansett, at borgarar ofta verða sendir millum skipanir heldur enn at fáa beinleiðis hjálp«

Tað er álvarsamt. Og tað verður váttað av Felagnum Sinnisbata, ið umboðar fólk við sálarsjúku og teirra avvarðandi. Sálarsjúk í Føroyum detta alt ov ofta niðurímillum skipanirnar. Tað sama siga fólk við rørslutarni, avvarðandi at fólki við menningartarni ella demenssjúklingum - og mangir aðrir bólkar, sum hoyra undir almanna- og sosialar skipanir.

Tey uppliva, at leiðin til hjálpina er trupul og long. Og at skipanin sjálv er ein forðing.

Ikki tí. Øll vilja hjálpa. Men tá fleiri hava ábyrgdina, hevur eingin ábyrgdina. Tað er júst hetta Edvard Heen, Sinnisbati og so mong onnur vísa á.

Vit eiga tí at gera eina føroyska skipan. Eina, sum hóskar til fólkatalið og støddina. Sum sker burtur tunga umsiting, millumløg og deilda ábyrgd. Har alt í staðin verður sett inn uppá at hjálpa einstaklinginum, sama hvussu samansettir trupulleikarnir eru.

Tí ímyndið tykkum, um allir hesir pengarnir fóru til at styrkja sjálva hjálpina! Um Psykiatriski Depilin fekk munandi størri játtan, tí umsitingin var skorin burtur! Ella um foreldur at børnum við breki vórðu loftað - uttan at renna frá Peri til Pól og bøna um neyðuga hjálp!

Ein skipan eigur ongantíð at vera eitt mál í sær sjálvum.

Hon eigur altíð at vera eitt amboð til at hjálpa teimum, ið tørva.

Er hon ikki tað, má hon broytast.

Og tíðin er komin til at gera júst tað!