Viðgerð av løgmansrøðuni 2026

4 August 2026
Skrivað hevur
Hervør Pálsdóttir

Takk fyri, harra formaður!

Ungdómurin

Mær dámar væl, at ungdómurin átti eitt so stórt pláss í røðu løgmans. Vit standa við eitt vegamót í Føroyum. 40% av hvørjum ættarliði fara av landinum at nema sær útbúgving, og einans helvtin av teimum kemur heim aftur – tað vil siga, at vit missa fimta hvønn – í hvørjum ættarliði!

Ofta verður tikið til, at ungdómurin er framtíðin – men tey ungu eru so sanniliga eisini nútíðin. Tey eru mentanarberar, ið flyta samfelagið við sær. Tey eru ein nýggjur tónleikabólkur, ein rithøvundur, eitt listafólk. Tey eru ein nýggj íverksetarafyritøka – eitt nýtt hugskot. Tey leggja til og menna samfelagið. Tey skapa framburð og seta sín dám og lit á samfeløg.

Men tey skulu støðast her. Tey skulu hava møguleikan at vera her. Tey skulu kunna búgva her. Tey skulu hava tak yvir høvdið!

Bústaðir

Bústaðaravbjóðingin er millum størstu trupulleikar, vit hava í Føroyum. Útboðið er ov lágt – og prísirnir halda fram við at spola avstað. Tann trupulleikan hava vit ikki klárað at loyst enn – og eg vóni, at komandi árini fara átøk at verða framd, ið veruliga muna. Vit hava tørv á fleiri bústøðum, lestrarbústøðum, lærlingabústøðum, eldrabústøðum. Ja, nógvum bústøðum, sum heild! Tað er grundarlagið undir virkseminum í okkara samfelag.

Í røðuni verða nøkur átøk nevnd, umframt at eitt aðalorðaskifti skal verða um nýggjan bústaðarpolitikk. Mín spurningur er tí til landsstýriskvinnuna við bústaðarmálum, um hesin bústaðarpolitikkurin er tann, ið farið varð undir í undanfarnu samgongu við umboðum úr øllum flokkum, ið byggir á álitið um 2000 fleiri bústaðir í 2031?

Útbúgving og lestrarumhvørvi

At lesa í Føroyum er gott – vit eru nógv, ið hava nomið okkara útbúgving her, og sum hava góð minni um lestrartíðina. Men tað er eingin ivi um, at hon ikki er eins og í útlondum. Vit eru ikki eins nógv, og tilboðini eru ikki eins góð. Tí er tað eingin ivi um, at eitt Campus – eitt samansjóðað universitet – fer at gera stóran mun at skapa eitt gott lestrarumhvørvi. Somuleiðis hava bústaðarmøguleikarnir stóran týdning fyri at fáa lesandi at støðast í Føroyum. Granskingarumhvørvi hevur eisini týdning.

Barsil – barnakonur

Barsilsskipanin skal gerast smidligari. Tað taka vit í Tjóðveldi undir við. Barsilsskipanin skal dagførast, so hon hóskar seg betur til dagsins samfelag, familjulív og arbeiðslív. Barsilsgjaldið skal eisini hækkast, og tað taki eg undir við. Tað kann ikki vera so, at nakar fer niður í løn, tí tey fáa børn. Lánið, livikostnaðurin o.a. fara ikki niður, bara tí vit gerast foreldur. Heldur tvørturímóti gerast útreiðslurnar fleiri.

Eg eri ikki so heit um handan barnakekkin til øll, sum fáa børn. Slík átøk, haldi eg, gagna best, um tey eru betur málrættað teimum, ið hava tørvin á tí. So tað vóni eg, fer at verða viðgjørt. Latið okkum brúka pengar væl til teirra, ið hava tørvin. Til dømis høvdu málrættað átøk til børn í fátækraváða og -dømi munað betur.

Undanfarna samgonga arbeiddi við at gera eina áseting í lógini um almannatrygd og tænastur, sum skuldi lofta teimum, ið ikki fáa nakað serligt úr barsilsskipanini, so at tað ikki fekst ein “minsta upphædd”. Hetta var gjørt við at strika kravið um, hvussu nógv ein kundi eiga á bók fyri at fáa uppihaldsveiting, meðan ein var í barsli.

Barnakonur og kvinnuheilsa

Harra formaður!

Tá ið vit kjakast um burðartøl, barsilsskipanir, barnakekkar og barnafamiljur, sakni eg, at vit eisini tosa um tær kvinnur, sum bera børnini.

Tær kvinnur, sum fara ígjøgnum eina trupla viðgongutíð.

Tær kvinnur, sum hava eina ringa føðing.

Og tær kvinnur, sum liva við fylgjum í vikur, mánaðir – og hjá summum í fleiri ár eftir føðingina.

Tí fegnist eg um, at kvinnuheilsa verður nevnd í ískoytispartinum, og at ætlanin er at styrkja upplýsing, viðgerð og gransking á økinum. Tað er sanniliga neyðugt.

Vit hava tørv á at lofta barnakonum nógv betur – bæði áðrenn og eftir føðing.

Seinasta árið havi eg av góðum grundum tosað við eina rúgvu av kvinnum um júst hetta evnið. Og eg kann siga heilt greitt:

Hetta fyllir nógv.

Fyri nógvar kvinnur er tað ikki bara føðingin, sum er avbjóðingin. Tað er eisini tað, sum kemur aftaná.

Vit hava tíverri ikki nóg góð hagtøl í Føroyum, so eg vísi til donsk tøl. Eg vænti, at føroysku tølini líkjast teimum.

Vit vita, at:

• umleið 80 prosent av kvinnum, sum eiga fyrstu ferð, skrædna undir føðingini,

• umleið helvtin uppliva sjúnkað undirlív,

• og umleið 40 prosent fáa trupulleikar við inkontinensi.

Hetta eru ikki smávegis trupulleikar.

Hetta eru heilsutrupulleikar, sum kunnu ávirka arbeiðslív, familjulív, sjálvsálit og lívsgóðsku í nógv ár.

Kortini tosa vit ov lítið um hetta.

Eg haldi, at vit eiga at hava nógv sterkari og meira samanhangandi tilboð til barnakonur.

Tíðin eftir ein barnsburð er ofta merkt av svøvntroti, nýggjum ábyrgdum og avmarkaðum orkutilfeingi. Júst tí skulu kvinnur ikki sjálvar finna fram til hjálpina.

Hjálpin eigur at finna tær.

Tí eigur føroyska sjúkrahúsverkið at hava eina eftirføðingarklinikk.

Eina tvørfakliga klinikk, har fysioterapeutar, ljósmøður, læknar og aðrir fakbólkar arbeiða saman um kvinnuna.

Eitt stað, har kvinnur verða fylgdar upp sjálvvirkandi.

Ikki eitt stað, har tær sjálvar skulu leita sær hjálp.

Hetta hevði økt lívsgóðskuna hjá óteljandi kvinnum.

Tað hevði styrkt familjurnar.

Og tað hevði verið ein ítøkilig íløga í føroyskar barnafamiljur.

Rúsevni

Løgmaður nýtti ein stóran part av røðuni at snakka um rúsevnisnýtslu- og misnýtslu. Løgmaður hevur gjørt tað til “sítt” mál at koma hesum til lívs. Tað er alla æru vert. At styrkja SSP-samtakið og nýggja tilhaldsstaðið hjá Rówt eru góð átøk. Tað eru vit øll samd um.

Mín vón er tó, at vit, tá ið vit viðgera rúsevnatrupulleikan í Føroyum, viðgera hann við teimum nuancum, sum eru neyðugar.

Harðari revsing kann ljóða væl, men tað er ikki vist, at fylgjurnar eru góðar. Í Føroyum sita tey ikki dóm í Føroyum, um dómurin er hægri enn 1,5 ár. Tá verða tey send til Danmarkar at sita dómin. At senda fangar til Danmarkar hevur av nógvum verið kallað at útbúgva tey til kriminalitet. Koma vit tá trupulleikanum til lívs? Helst ikki.

Somuleiðis verður psykiatriin ikki nevnd í løgmansrøðuni. Tað haldi eg verða margháttligt ikki at nevna, tá ið rúsevnistrupulleikin verður viðgjørdur.

Meira um sama evni

No items found.