Eyðdis Hartman Niclasen samanber í lesarabrævi í dag Føroyar við ein miðalstóran danskan bý og heldur tí ikki, at umheimurin tímir at gera handilsavtalur við Føroyar, um vit blíva eitt sjálvstøðugt land.
Hvør skal siga: hví skulu lond úti í verð tíma at gera avtalur við okkum, tá ið tey ikki tíma at gera tað við Roskilde, Horsens ella Vejle?
Men tað er altso ikki soleiðis, at vit skulu síggja Føroyar.
Føroyar eru eitt land við ovurhonds stórum virðum bæði á landi, men serliga á sjógvi, - virðir sum ikki kunnu samanberast við miðalstórar danskar býir. Føroyar eru hinvegin fýra ferðir størri enn Danmark í ferkilometrum, um vit taka sjóøki við. Og tað er har virðini m.a liggja í at virðisøkja; og sum sjálvandi vildi verið virðisøkt, um vit funnu marknaðir til okkara virðisøktu fiskavørur.
Tað ER lættari at gera handilsavtalur við onnur lond, um vit eru fullveldi og tað ERU størri møguleikar í at virðisøkja okkara fiskavørur, um vit hava fleiri handilsavtalur.
Men fara vit við hattinum og siga, at vit eru at samanbera við Horsens og Vejle, so verða vit sjálvsagt vend í hurðini. Ongin úti í heimi tímir at tosa við okkum og virðir okkum enn minni, um vit ikki virða okkum sjálvi.
Sambandsflokkurin hevur start seg blindan upp á danska blokk, sum eftir hondini er ein viðfáningur í føroyska búskapinum. Sambandsflokkurin hevur í so máta mist sambandið við Føroyar og føroyskar menningarmøguleikar.
Tjóðveldi hinvegin sær stórt virði í Føroyum og føroyingum og ynskir tí størri samband millum Føroyar og útheimin.
Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinna og valevni Tjóðveldisfloksins
