Hervør Pálsdóttir
Eg eiti Hervør Pálsdóttir. Eg eri 30 ár og eg búgvi í Havn saman við Magnari og dóttur okkara Hallu. Eg var vald í Løgtingið, tá ið eg var 23 ára gomul – tá bleiv eg somuleiðis yngsta kvinna, ið er vald í Løgtingið. Eg havi sitið tvey valskeið, og eg eri klár til eitt triðja, um tit vísa mær tað álitið 26. mars.
Tá ið eg gekk í 6. flokki, skrivaði eg mín fyrstafrístíl í skúlanum. Stílurin snúði seg um, at Føroyar skuldu loysa, og eggrundgav fyri, hví eg helt tað. Eg eri uppvaksin í eini brennandi og virknaritjóðveldisfamilju, so tað kann sigast, at eg havi fingið tjóðveldispolitikk innvið móðurmjólkini. Men fyri hvønn dag, sum gongur, gerist eg meira og meira sannførd um, at Føroyar skulu verða eitt sjálvstøðugt land.
Tá ið eg var 13 ára gomul, limaði meg inn íUnga Tjóðveldið og havi verið virkin í flokkinum líka síðan. Eg brenni fyri atgera mun. Eg vil, at okkara sosialu skipanir og vælferðarsamfelag verða styrkt og framtíðartryggjað. At vit megna at varðveita okkara ungdóm í Føroyum og geva okkara fólki møguleikan at fáa tak yvir høvdið. At vit arbeiða fyri javnstøðu og javnrættindum. At vit verja okkara náttúru og tryggja burðardygga gagnnýtslu av okkara náttúrutilfeingi.
Eg trúgvi veruliga uppá, at tryggja vit okkara fólki eitt gott, trygt og javnt samfelag, so styrkja vit eisini okkara arbeiði fyri, at Føroyar gerast eitt sjálvstøðugt land. Við at byggja upp samfelagið, byggja vit land. Tey bæði fylgjast. Sum sjálvstøðugt land fáa vit eisini fleiriamboð at betra okkara vælferðarsamfelag enn meira. Tí eri eg tjóðveldisfólk –brennandi tjóðveldisfólk!
Vilt tú fylgja við í tí, eg takist við ogarbeiði fyri, so kanst tú fylgja við á mínum sosialu miðlum:
