- Vit hava fingið eina náttúruverndarlóg og eina náttúrufyrisiting. Tað hevði verið í stoypiskeiðini í 20 ár. Nú er tað endiliga avgreitt!
- Vit hava sett 500.000kr av til eitt “Headspace”-tilboð, sum Sinnisbati fer at lata upp í ár - eitt lággáttartilboð, har ung kunnu fáa hjálp uttan at neyðugt er við diagnosu áðrenn.
- Vit hava hækkað lestrarstuðulin við 1000 kr/mðr fyri hægri lesandi komandi skúlaár. Tað skal vera betri og meira lokkandi at lesa í Føroyum. At hækka lestrarstuðulin er eitt neyðugt átak, umframt at betri bústaðarmøguleikar eisini skulu til.
Trý mál, ið vit hava avgreitt, ið eg haldi vera týdningarmikil
12 March 2026


.jpg)

.jpg)

