Vit skulu hava smidligari barsilsskipan

7 March 2026
Skrivað hevur
Hervør Pálsdóttir

Í Føroyum hava vit góða barsilsskipan, men hon skal gerast smidligari. Hon skal lagast til, so hon hóskar betur til tað samfelag, familjulív og arbeiðsmarknað, vit hava.

Hesi seinastu árini hava vit gjørt góðar batar í skipanini. Vit hava hækkað hámarkið úr 25.000 kr. upp í 30.000 kr. við árligari prístalsviðgerð. Hetta merkir at hámarkið í 2026 er 31.922 kr. Vit hava longt talið á vikunum fyri foreldur, ið fáa tvíburar, so at bæði foreldrini kunnu verða heima við børnunum í eitt ár. Vit hava gjørt batar fyri foreldur, ið ættleiða. Tey kunnu nú verða heima við barninum átta vikur fleiri, enn áður. Vit hava gjørt batar fyri børn, ið verða fødd ov tíðliga, og fyri børn og foreldur, ið verða innløgd á sjúkrahúsinum í barsilstíðini.

Barsilsskipanin er tí munandi nógv betri, enn hon hevur verið. Men vit mangla enn at gera hana smidligari. Tankin er, at familjur skulu betur kunna leggja til rættis, so tey lættari kunnu fáa familjulív og arbeiðslív at ganga upp. Um tey til dømis vilja vera til arbeiðis hálva tíð og í barsli hálva tíð ella vera nakrar dagar til arbeiðis og nakrar dagar heima við barninum, so skal hetta lata seg gera. Við slíkari skipan hevði eisini verið møguligt at drýggja barsilsfarloyvi í eitt longri áramál.

Hetta skal sjálvsagt gerast saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, sum saman kunnu finna ein leist, ið riggar. Tað eigur at bera til at laga skipanina soleiðis til, at hon hóskar betur til dagsins samfelag - til gagns fyri bæði foreldur og arbeiðsgevarar.

Vit eru í kapping við okkara grannalond um okkara ungdóm og framtíð, og tískil mugu vit vera kappingarfør, tá ið tað snýr seg um trivnað, vælferð, arbeiðsmarknaðarviðurskifti o.a. Hetta er ein liður í tí, og nú er tíðin komin, at vit taka næsta stigið og gera barsilsskipanina smidligari. Hesum fari eg at arbeiða fyri.

Hervør Pálsdóttir,
valevni fyri Tjóðveldi

Meira frá sama høvundi

No items found.