Føroyar umboða seg sjálvar í øllum heimsins viðurskiftum
Uttanríkispolitikkur og fullveldi
Tjóðveldi byggir á altjóða hugsjón og á víðfevnt altjóða samstarv. Ein av fremstu lyklunum til at skapa menning, kappingarføri, inntøkuvøkstur og vælferð er altjóða samstarv, ið vit vinna okkum sum sjálvstøðug tjóð.
Fullveldi hjá føroysku tjóðini er fortreytin fyri at vinna Føroyum beinleiðis samband við allan heim og altjóða felagsskapir.
Grønur miðdepil í Norðuratlantshavi
Føroyar liggja í miðjum Norðuratlantshavi – ikki sum ein útjaðari, men sum ein miðdepil í einum øki, sum er millum heimsins ríkastu, tá ræður um náttúrutilfeingi og orku. Vit hava bæði livandi og varandi tilfeingi, og harumframt ráevni, ið ikki endurnýggja seg.
Stórveldir, lond og altjóða fyritøkur geva Norðuratlantshavi og arktiska økinum alt størri gætur.
Veðurlagsbroytingar, tørvur á ráevnum og siglingarleiðir um Norðpólin gera hetta stóra øki til eitt tað týdningarmesta og áhugaverdasta í heiminum.
Heimspolitiska støðan við víðfevndari ørkymlan og óvissari stórveldatelving setir føroyskan uttanríkispolitikk og altjóða samstarv í nýggja fjarstøðu.
Samstundis sum hetta býður okkum nýggjar møguleikar, gevur hetta stórar avbjóðingar, ið krevja miðvíst altjóða samstarv, bæði á tí búskaparliga og trygdarpolitiska økinum.
Tjóðirnar í Norðuratlantshavi og arktiska økinum skulu stýra og taka ábyrgd av gongdini.
Føroyar skulu gerast ein grønur tilfeingisdepil í Norðuratlantshavi, sum saman við grannatjóðunum megnar at umsita tað ovurstóra náttúrutilfeingið, ið er okkara, burðardygt, og sum megnar at gagnnýta og leggja um til varandi orkukeldur.
Samstarv í Norðuratlantshavi
Fremstu samstarvsfelagar í føroyska uttanríkispolitikkinum eru Útnorðurlondini Ísland og Grønland. Føroyar eiga framhaldandi og støðugt at varpa ljós á fyrimunin við einari sonevndari Norðuratlantssamgongu millum Føroyar, Ísland, Grønland og Noreg. Eyðsýnt er, at verandi ríkisrættarliga støða Føroya og Grønlands ikki er til frama fyri eitt norðuratlantssamstarv av hesum slag, tá havt verður í huga, at bæði Noreg og Ísland sum sjálvstøðug lond verða vigað og mett við størri tyngd enn tey bæði donsku heimastýrini, sum í evropiskum og bretskum høpi verða sædd sum partur av danska kongsríkinum, og sostatt mugu taka til takkar við at fáa allar neyðugar sømdir haðani (frá tí danska móðurlandinum).
Ein Norðuratlantssamgonga millum Føroyar, Ísland, Grønland og Noreg skal m.a. samstarva um:
• Fríhandil.
• Trygdarpolitikk og verjumál.
• Sivila tilbúgving.
• Umhvørvistilbúgving.
• Eftirlit við sjó- og loftøki.
• Skipatrygd.
• Avtalur um tilfeingisumsiting og gransking í okkara tilfeingi.
• Útbúgving og gransking.
• Heilsumál.
• Orkumál.
• Ferðslu.
• Samskiftiskervi og íløgur í sambond við meginlondini kring okkum.
Norðurlandasamstarv
Føroyar skulu gerast sjálvstøðugur limur í Norðurlandaráðnum og ganga undan at styrkja tað felags norðurlendska samstarvið. Samstarvið skal støðugt víðkast til at fevna um:
• Uttanríkis- og verjupolitikk.
• Fíggjarmál og eftirlit við fíggjarstovnum.
• Rættindi hjá norðurlendskum borgarum og vinnu at virka frígg í Norðurlondum.
Evropapolitikkur
Tjóðveldi leggur dent á limaskap í felagsskapum og samstørvum, ið tryggja smátjóðum fólkaræðisliga ávirkan og rættin at stjórna egnum tilfeingi. Tjóðveldi tekur tí ikki undir við, at Føroyar gerast limur í Evropasamveldinum (ES).
Harímóti vil Tjóðveldi, at vit gerast limur í EFTA og í eini EBS-líknandi skipan og á tann hátt fáa skipaða atgongd til ES-marknaðin og til útbúgvingar-, granskingar- og mentanarsamstarvið í ES.
Føroyar fáa við EFTA-limaskapi atgongd til eina røð av fríhandilssáttmálum millum EFTA og meira enn 50 lond kring heimin.
Altjóðasamstarv
Vit gerast sjálvstøðugur limur í ST – Sameindu Tjóðum og stovnum tess, umframt øðrum mannarættindafelagsskapum, og fylgja okkara egnu lógum og sáttmálum fremstu altjóða krøvum.
Umsókn er send, og væntandi fáa vit skjótt fullgildan limaskap í Heimshandilsfelagsskapinum – WTO – sum fer at geva okkum nýggjar møguleikar og lata upp fyri nýggjum samstørvum.
Føroyar menna samstarv við so nógvar tjóðir sum gjørligt – mentanarliga, politiskt og búskaparliga.
Føroya skulu leggja dent á at tryggja mannarættindi og rættindi hjá føroysku tjóðini og øðrum tjóðum og samfelagsbólkum í heiminum.
Føroyar virka miðvíst fyri altjóða reglum og samstarvi um havrætt, havumhvørvisvernd og burðardygga tilfeingisnýtslu.
Føroyar stovna sendistovur í útvaldum londum og samstarva annars við Norðurlond um uttanlandsumboðan. Konslar verða settir í øðrum londum.
Føroyar taka lut í samstarvi millum aðrar smátjóðir kring heimin.
Føroyar fáa limaskap og virka fyri altjóða felagsskapum av týdningi fyri vinnu, mentan, útbúgving, gransking og altjóða virkisføri føroyingar.
Føroyar skulu stigvíst røkka málunum hjá ST um, at í minsta lagi 1% av bruttotjóðarúrtøkuni skal nýtast til altjóða menningarsamstarv.
Trygdar- og verjumál
Føroyingar eiga sum sjálvstøðug tjóð at velja og finna sín leiklut í verjuskipanini og valdsjavnvágini í Norðuratlantshavi.
Føroyar skulu framhaldandi virka fyri friði og hernaðarligari avdubbing í heiminum.
Føroyar skulu taka lut í altjóða samstarvi um sivila tilbúgving, trygd á sjónum og umhvørvistilbúgving.
Føroyar taka upp beinleiðis samband við síni grannalond og við NATO til tess at gera avtalu um skipan av verjumálum.
Møguligar bindingar í verjupolitiskum spurningum skulu avgerast við fólkaatkvøðu.