Eitt samfelag við javnrættindum í øllum lutum
Í Tjóðveldi arbeiða vit fyri frælsi og somu rættindum fyri øll. Føroyar skulu vera eitt samfelag, har vit eru fræls at taka egnar avgerðir og skapa okkara egnu framtíð – eitt samfelag, har vit øll eru javnsett og kunnu luttaka í øllum pørtum av okkara samfelag og demokratii, uttan mun til kyn, húðarlit, kynsliga sannføring, átrúnað, hvar í landinum, vit búgva, um vit bera brek ella annað, sum kann skapa forðingar og avmarkingar hjá fólki at taka lut í samfelagsmenningini.
Javnrættur og javnstøða tryggjar okkara samfelag sosialt rættvísi og mentanarligt fjølbroytni. Sosialt frælsi og frælsi hjá tí einstaka at virka skulu tí vera ein óvikandi partur av grundini undir einum sjálvstøðugum og sosialt rættvísum Føroyum. Javnstøða og rættartrygd eru ein fortreyt fyri einum og hvørjum frælsum samfelag.
Lóggáva skal hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis gera mismun. Persónligt frælsi, talu- og skrivifrælsi, trúarfrælsi, andsfrælsi og frælsi at skipa seg í felag eru ómissandi rættindi. Fólk og samfelagsbólkar skulu vera vard móti ágangi at vera skýrd líkt og ólíkt. Javnstøða og grundleggjandi mannarættindi eru mál, sum Tjóðveldi altíð vil stríðast fyri at verja.
Enn eru nógvar avbjóðingar í Føroyum viðvíkjandi javnstøðu. Kvinnur eru ikki eins væl umboðaðar í politisku og vinnuligu leiðslum landsins. Hóast føroyska arbeiðsfjøldin er ein hin virknasta í Evropa, so arbeiðir stórur partur av kvinnum niðursetta tíð – eisini kvinnur, sum vilja arbeiða fulla tíð. Í vælferðargeiranum á føroyska arbeiðsmarknaðinum eru serliga nógvar kvinnur, ið arbeiða í láglønarstørvum. Við lágari løn er trupult at seta búgv og at fáa endarnar at røkka saman. Uppaftur verri er støðan fyri stakar uppihaldarar. Harðskapur móti kvinnum er ein afturvendandi trupulleiki – bæði í Føroyum og í øllum heiminum. Tørvur er á at seta átøk í verk fyri at basa harðskapi, sum heild, men serstakliga harskapi ímóti kvinnum, eitt nú við einum greiðum og týðiligum lógarverki.
Dentur verður lagdur á javnrætt og javnvirði. Hóast eingi menniskju eru eins, eiga øll somu rættindi og ábyrgd í samfelagnum. Hetta uttan mun til kyn, húðarlit, átrúnað, uppruna, kærleikslív ella lívsval.
Javnrættur og javnstøða tryggja samfelagnum tað sosiala og mentanarliga fjølbroytnið, ið krevst fyri alsamt at mennast.
Sosialt og persónligt frælsi skal tí vera ein hóskandi partur av grundarlagnum undir einari frælsari tjóð. Minnilutabólkar eru tí ein sjávsagdur partur av javnstøðupolitikki Tjóðveldis, sum vil, at í Føroyum verða allir minnilutabólkar og grundleggjandi mannarættindi vard.
Hóast batar og framstig, er stríðið fyri javnstøðu millum kvinnur og menn minni enn so av. Kvinnur eru framvegis ikki eins væl umboðaðar í politisku og vinnuligu leiðslu landsins.
Kvinnur hava sum heild lægri størv, lægri útbúgving og minni arbeiðstíð enn menn. Stórur partur av kvinnum eru í láglønarbólkinum. Størsti arbeiðsgevari hjá kvinnum er tað almenna, og stórur meiriluti av kvinnum er í starvi innan heilsu, røkt, skúla, dagstovnar og sernámsøkið.
Stakir uppihaldarar eru tann bólkur, ið hevur torførast við at liva eitt sømiligt lív í Føroyum, og tey eru í stórum fátækraváða.
Stórur meiriluti av støkum uppihaldarum eru kvinnur, sum í stóran mun leita av landinum og ikki flyta heim aftur eftir lokna útbúgving ella arbeiði uttanlands.