Gott fundarfólk
Fyrst av øllum skal eg takka Unga Tjóðveldið fyri á hvørjum ári at skipa fyri okkara festliga fólkafundi her á Doktaragrund. Eg vil eisini takka teimum fyri teirra dygga stuðul og - ikki minst - , at tey settu sítt álit á meg undir valstríðnum.
Fyri meg sjálva er tað heilt serligt at halda røðu her í dag. Eg eri vaksin upp á Reyni, inni í Skrivarastovu. Eg kenni hvørja steinpirru í hesi bygd, ikki minst hendan stóra steinin, sum var sokallað “høvuðstøð” hjá okkum reynabørnum. Hetta smørholið var eitt framúrskarandi barnaland: Her var hátt til loft og vítt til veggja fyri okkara fantasium og spølum, og allar dyr vóru opnar við blíðum fólki, sum gávumilt góvu okkum svongu børnum at eta úr teirra hugnaligu køkum. Sum í restini av Føroyum vóru fólk her fjølbroytt í sinn og skinn.
Her vóru verkafólk, musikantar, diplomatar, heilsustarvsfólk, og har, ytst úti á nesinum, vóru tey, sum bestemmaðu alt í landinum, og teirra vællærdu embætisfólk.
Og hinumegin – á Eystaru og Vestaru Vág - tað nógva almenna og privata virksemið, har fyritaksom fólk byggja skip, flyta ferðafólk og farm millum oyggjarnar og til og av landinum. Og ikki minst manningarnar og lossingarmenn, sum koma heim og fáa til høldar fiskin av grunnum okkara.
Jú, sanniliga í hesi lítli bygdini, úti á Reyni í Havn, síggjast Føroyar í øllum frábrigdum.
Eg minnist aftan á ein av mongu fólkafundunum her á Doktaragrund, tá eg var lítil, og vit komu niðan á Vaglið, at eg spurdi nokk so firtin, hví hundan tey ikki flaggaðu við Merkininum, men við hasum reyða flagginum, uppi í hasum stóra grótslottinum, sum dagar oman yvir Vaglið og Løgtingshúsini.
Sama spurning seti eg enn, nú 15 ár seinni, har vit aftur standa á Doktaragrund við sjálvsagda málinum um einar frælsar Føroyar í hjørtum okkara. Men hví er leiðin so long? Nær koma vit á mál? Hvat er tað, sum heldur okkum aftur? Og kundi tað kanska hugsast, at vit á loysingarvonginum kundi gjørt okkurt annað ella meira ella øðrvísi fyri at savna fólkið um fullveldishugsjónina og styrkt um ta sjálvsálit og dirvi, sum eyðsýniliga skal til fyri at stovna føroyska statin?
Grundirnar til, at vit skulu taka allan myndugleika heim úr Keypmannahavn eru so góðar og so nógvar og eisini álvarsligar:
Tað er meira enn 10 ár síðani, at okkara egna føroyska Kappingareftirlit talaði sakina hjá føroyskum bankakundum, sum hava donsk realkredditlán. Boðskapurin var greiður: Bankarnir, sum eru undir donskum ræði, krevja órímiliga stór umsitingargjøld frá føroyskum kundum, samanborið við danskar kundar. Og tá er føroyski sethúsamarknaðurin bumbuskikkur og haldførari enn tann danski.
Eitt annað dømi er, at føroyingar sita í varðhaldi í alinlangar mánaðir og enntá upp í ár uttan dóm, men tí økið er danskt, kunnu vit ikki annað enn “allernådigst” at biða danir um at fáa hesi grundleggjandi mannarættindi at virka.
Ella tá fútin sleppur stórum fyritøkum av krókinum vegna drál og fyrningarfreist, tá kunnu vit aftur bara muta ímóti og biðja danir um at taka seg saman. Kanska teir hiðra at svara, kanska ikki. Sjálvandi kunnu vit gera alt hetta nógv betur sjálv. Men loysing krevst!
Eg má bara siga sum tónleikabólkurin GØ:
Olypisku leikirnir – loysing krevst
NATO – loysing krevst
Norðurlandaráðið – loysing krevst
Euorovision song contest – loysing krevst
NAFTA - loysing krevst
EFTA – loysing krevst
ST – loysing krevst
ES - loysing krevst
Føroyar – loysing krevst!
Ja, hetta er loysing í eini dós.
Í ár eru 80 ár liðin, síðani føroyingar atkvøddu fyri loysing á fólkaatkvøðu. Hví standa vit her sum ryssa uppiyvir deyðum fili? Um taktikkurin ikki riggar, so mugu vit broyta taktikkin.
Summi kalla fólkafundin her í dag fyri eitt bønarmøti, har vit bara prædika fyri egnari samkomu - og kanska okkurt rætt er í tí. Tað er gott at samlast og eina løtu bara kunna leggja høvdið afturá og njóta at vera samd og sameind. Men í gerandisdegnum krevst nógv meira! Veruligt fullveldisarbeiði krevur, at vit av alvi og við góðum grundgevingum arbeiða fram móti loysing frá tíðliga á morgni til seint á kvøldi.
Vit politikkarar kunnu ikki bara bíða, til fólkið er klárt at loysa; vit kunnu ikki bíða, til veljarakanningarnar eru til okkara fyrimunar. Okkara uppgáva er at gera rationellar og klárar ætlanir, sum fólkið skilir er ein fyrimunur fyri tey. Sum tey kenna seg trygg við, og sum tey gleða seg til.
Ja, vit fara at noyðast at gera svár kompromis eisini, tí sum amerikanski forsetin, Barack Obama segði “Perfect is the Enemy of Good”. Vit skulu lurta og royna at skilja hin veingin.
Tjóðveldi situr tíverri ikki við valdið nú; Tjóðveldi kom heldur ikki inn á Fólkating. Ja, fólkið hevur talað. Um vit skulu vinna størri álit hjá fólkinum, um tey skulu vera trygg við, at vit hava valdið og við at stovna føroyska statin, so nyttar einki hjá okkum at snerkja og siga, at fólkið hevur skeivt, at tey eru býtt, at hin vongurin enntá hevur meiningar, sum eru óndar. Vit skulu taka stúranirnar hjá fólkinum í álvara; vit skulu vera tað optimistiska, men eisini rationella og rúmandi valið. Loysing fer aldrin at henda, um vit ikki tosa saman og royna at skilja hvør annan.
Tá vit fyrradagin savnaðust á Vaglinum fyri at fagna tí deiliga fjølbroytninum í føroyska samfelagnum, og vit hildu tøgn í ein minutt fyri at minnast offrini fyri islamistiskum hatursálopi á Pridegonguna í Berlin, stóð tað krystallklárt fyri okkum øll, at rættindi ikki bara verða vunnin, men eisini mugu verjast í samfelagnum. Eisini okkara fólkaræði krevur áhaldandi pleygu og menning, og tað er skyldan hjá okkum øllum at tala kontant ímóti haturstalu um minnilutar okkara. Samstundis er líka so umráðandi, at vit ikki falla í ta grøvina, at vit automatiskt kalla kritikk og aðrar hugsjónir enn okkara fyri haturstalu. Tað er okkara skylda at berjast ímóti polarisering, sum vit síggja so skaðiliga í øðrum londum. Eitt framkomið fólkaræði, sum vil taka loysing, skal vera rúmligt og duga at skilja ímillum eldhugað kjak innan fyri demokratisku karmarnar, og tað, sum er uttanfyri. Vit skulu eisini duga at verja tey, sum okkum ikki dámar, tá teirrra rættindi verða traðkað undir fót.
Í Føroyum skulu øll vera vird, um tú ert samkyndur, ert muslimur, jødi, kristin ella ateistur, men vit mugu aldrin tagna, fremja sjálvsensur og av reinari røringarangist tabuisera neyðugt orðaskifti og ikki tora at kalla ein spaka ein spaka. Skulu vit skapa tann føroyska statin, skulu vit vera búgvin til fólkaræðið, sum pr. Definitión er fløkt og besverligt, men tað skal vera okkara egna.
Av sonnum eru Føroyar fremsti friðarstaður á fold, og hann hava vit sjáv bygt við okkara egnu hondum og sinnum – so her er einki at biða við.
Forrsangarin í loysingar-punk-bólkinum 200, sum óteljandi ferðir hevur spælt her á Doktaragrund, er blivin fullveldisleysur abbi! Latið okkum ikki lata Niels Arge Galán blíva langabba og musikantarnar í GØ blíva abbar, áðrenn vit stovna føroyska statin.
Góða ólavsøku og takk fyri.
