Í dag segði meirlutin í Løgtinginum kortanei til at geva teimum, sum eru ringast fyri, ískoyti til oljurokningina.
Samgongan hevði avgjørt at atkvøða ímóti, bara tí talan var um eitt uppskot frá andstøðuni. Sum skilst, sleppa samgongulimir bara at atkvøða eftir egnari sannføring, tá talan er um sokallað etisk mál.
Men um nakað er eitt etiskt mál, so má tað vera at hjálpa teimum, sum hava minst og sita harðast í tí.
Dagurin í dag var tí eitt vónbrot, og eg má viðganga, at eg eri kedd.
Grundgevingarnar frá samgonguni vóru fleiri. Eitt nú varð sagt, at uppskotið ikki var fullkomið, og at talan ikki var um eina varandi loysn. Men bæði Tjóðveldi og Sjálvstýri gjørdu greitt, at vit vóru sinnað at broyta og tillaga uppskotið, um tað var tað, sum skuldi til.
Men viljin var ikki har hjá samgonguni.
Og sjálvandi skulu vit finna varandi loysnir. Tað eiga vit at gera. Men tað kann ikki vera ein undanførsla fyri ikki at hjálpa her og nú.
Vit gevast jú ikki við at sløkkja eld, sum brennur, bara tí vit samstundis royna at finna útav, hvussu vit forða fyri, at eldur kemur í aftur. Politikkur má eisini snúgva seg um at síggja einstaka menniskjað, sum stendur mitt í trupulleikanum.
Eg vóni veruliga, at vit kunnu fáa eitt betri samstarv millum samgongu og andstøðu. At vit fara at megna at hyggja út um okkum sjálv og seta fólkið fremst. Vit eiga at leggja heilarnar í blot saman, lurta eftir hvør øðrum og finna tær bestu loysnirnar. Sama hvør eigur hugskotið.
Tí tá vit innast inni vita, at ein loysn er góð fyri fólk, eiga vit eisini at kunna standa saman um hana. Tað eigur ikki at hava størri týdning, hvør legði uppskotið fram, enn hvørjum uppskotið hjálpir.
Nú mugu vit bíða og síggja, hvat samgongan kemur við. Kemur hon ikki við nøkrum, so gera vit tað fyri hana.
Tí vit kunnu ikki bara lata standa til.
Okkara fremsta ábyrgd eigur at vera at lyfta tey, sum eru á niðastu rókum. Tað má vera eitt av okkara størstu politisku málum. Uttan mun til flokspolitisk egináhugamál.
Bjørg Brynhildardóttir Egholm, Tjóðveld

