Sjey uppskot hjá Tjóðveldi til 1. viðgerð í tinginum í dag

19 March 2015
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Á tingfundinum í dag, eru sjey uppskot hjá Tjóðveldi til 1. viðgerð, tað eru uppskot ið fara í Mentanarnevndina, Rættarnevndina og Uttanlandsnevndina til víðari viðgerð

Málini ið fara í Mentanarnevndina kunnu takast niður her

Uppskot til samtyktar um eftirútbúgving á Fróðskaparsetrinum

Uppskot til samtyktar um at fyrireika bygging av fótbólthallum í Føroyum

Uppskot til samtyktar um at skipa eina bjargingarætlan fyri føroyskum bátasmíði og fyri føroyska bátinum

Uppskot til samtyktar um at byggja lestraríbúðir

Uppskotið ið fer í Rættarnevndina kann takast niður her:

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum

uppskotið ið fer í Uttanlandsnevndina kann takast niður her:

Uppskot til samtyktar um at søkja limaskap í EFTA og at samráðast um EBS-treytir