Í 2004 høvdu vit einki uttanríkismálaráð. Tað er bert 22 ára gamalt, og byrjaði við Tjóðveldi. Tað er ein andsøgn, at tvey uttanríkismálaráð umboða ein stat. Men tað er veruleikin.
Vit hava einki verjumálaráð og vit hava ongan her. Okkara verja er á allan hátt treyta av okkara samstarvspørtum.
Eru vit verri stødd enn onnur lond?
Tað er ikki fyrr enn at hóttanin stendur fyri durum, at tað er greitt, hvør kemur at hjálpa tær. Russland leyp á Ukraina, og tá var tað ein løtt avgerð fyri Finland og Svøríki at søkja inn í NATO. Nú var ikki løtan, at vera neutral ella buffari.
Danmark í fronsku kjarnorkuverjuni - uttan Grønland og Føroyar
Danmark hevur miðvíst styrkt sína alliansu við Frakland, sum við sínum 290 kjarnorku-spreingihøvdum, er tað einasta landi í ES sum hevur kjarnorkuvápn. Henda avtalan, sum níggju lond í Europa eru farin saman um, skal ræða onnur til at ikki leypa á. Um hetta stendur mát við tær +5000 eindirnar, sum Russland og USA hvør sær ráða yvir, er mest sum líkamikið. Aftaná atomkríggj er einki.
GIUK - Hvussu nógv er Føroyar partur av styttingini
GIUK Greenland, Iceland, United Kingdom, stytting fyri eitt havøki, sum var neyðugt at hava serliga gott eftirlit við í WWII, fyri at tryggja farleiðina framvið Bretlandi til Europa og USA. Vit eru partur av hesi verju, hóast vit ikki eru við í styttingini. Hevur GIUK líka stóran týdning nú við langtrøkkandi kontinentalum missilum við neyvum gps? Skulu vit gera avtalu við Bretland, sum er hitt landi í Europa, sum hevur kjarnorkuvápn?
Eg vil í arbeiða fyri okkara verju - í álvara
Styrkin hjá Danmark liggur í NATO, men NATO hevur innanhýsis avbjóðingar, tí Trump vil ogna sær Grønland. Hetta er ein av orsøkunum til at innanhýsis samgongur vera gjørdar í NATO.
Øll lond ynskja at vera nóg virðismikil, til at onkur vil verja tey, men ikki so virðismikil, at herstøð ella atomvápn vera sett upp í teirra landi. Tí eingin vil gerast ein skotskiva.
Eg vil arbeiða fyri, at vit hava góð samstørv við tey, sum vilja verja okkum. Hetta er ikki ein løtt ella tilvildarlig uppgáva. Dreymastøðan um at vera neutral finst neyvan longur.
Okkara mál er at gera tryggar avtalur og góðar samgongur. Vit mugu sjálvi gera hetta arbeiði, tí einki annað land hevur okkara áhugamál fremst í huga.
Set X við Sigrid Jensdóttir Dalsgaard, Tjóðveldi, listi E





