Fíggja danskir pengar valstríð í Føroyum? Ber hetta til sambært lóg? Skeiklar hetta valstríð okkara? Hvør hevur eftirlit við hesum? Føroya Løgting,landsstýrið, løgreglan, Fólkatingið ella kanska Frihedsbrevet? Hetta erurættiliga viðkomandi spurningar, serliga nú, tá fólkatingsval og løgtingsval eru mestsum dag um dag.
Tað erikki loyvt at brúka pengar, sum eru oyramerktir til fólkatingsarbeiði í einumvalstríði til Føroya løgting. Greiðar ásetingar eru um brúkið av peninginum,sum umboð á Fólkatingi ráða yvir.
Gamla Apotek
Gamla Apotek í Tórshavn er bygningurin, sum stendur undir liðini á Gamla Bókhandli.Her hava allir flokkarnir hvør síni høli, og her hittast løgtings- og landsstýrisfólkini javnan saman við sínum floksstuðlum og økisfeløgum, serliga í hesum døgum, nú tvey val eru fyri framman.
Tað undrar meg stórliga at síggja, at starvsfólk á Christiansborg, hjá hinum eina av umboðum okkara á Danatingi, eru dagliga á Gamla Apotekið í hesum døgum. Hesi starvsfólk eru vanliga handan politisku leiktjøldini í fólkatinginum, tað er teirra arbeiðspláss, og tað er tað tey fáa lønina fyri. Gamla Apotek er á ongan hátt teirra arbeiðspláss, tí er spurningurin, hví eru tey har? Eru donsk embætisfólk, í føroyskum hami, í starvi hjá einum føroyskum fólkatingslimi, vorðin partur av valstríðnum til Føroya løgting?
Fíggingfrá fólkatinginum
Tað eru tvey sløg av fígging frá Christiansborg til flokkarnar, sum eru umboðaðir á Danatingi.
Hesinstuðulin skal nýtast til parlamentariskt arbeiði í sambandi við fólkatingið. Sambært reglunum er hesin stuðul markaður til arbeiði, “... som ikke har sigtepå at fremme valg af kandidater...”. Við øðrum orðum: pengarnir kunnu ikki brúkast til valstríð.
Vanliga politiska arbeiðið verður stuðlað eftir partistøtteloven: § 1, stk. 1-2, sum positivt loyvir "... at fremme valg her i landet af en eller flere kandidater...", tvs. til valstríð.
Føroyskir flokkar, sum eru umboðaðir á Føroya løgtingi, og stilla upp til fólkatingsval, kunnu fáa ”partistøtte”. Ikki allir flokkar taka ímóti hesum stuðlinum kortini – Tjóðveldi er ein teirra.
8 starvsfólk
Anna og Sjúrður hava, sambært heimasíðuni hjá Fólkatinginum, fýra – 4 – starvsfólk í part. Hetta einsamalt skeiklar okkara politiska landslag, tá okkara løgtingsfólk bert eiga umleið ein sættapart av einum starvsfólki í part. Sum skilst starvast øll starvsfólkini hjá Onnu og Sjúrða ikki fulla tíð á fólkatingi, tí kann tað vera, at onkur teirra sjálvboðin brúka sína frítíð á Gamla Apoteki í valstríðstíðini? Fyri at hjálpa við tiltøkum? Ella hjálpa við tiktok-um ?
Kundi ynskt mær at fingið eina óhefta váttan fyri, um alt gongur rætt fyri seg.
Hvør íFøroyum hevur eftirlit við um peningur ætlaður til danska parlamentarismu,verður brúktur til at røkka einum sessi á Føroya løgtingi?
Er tað Løgtingið, Landsstýrið, løgreglan, fólkatingið, Frihedsbrevet ella er í veruleikanum einki eftirlit?
SetX við Sigrid Jensdóttir Dalsgaard, X við okkara fólkaræði


.jpg)

.jpg)

