Hjartaliga tillukku við 18 ára føðingardegnum. Tú fært 50.000 kr inn á tína bústaðarkonto, sum tú bert kanst brúka til at keypa tær ein bústað í Føroyum.
Tá tú fyllir 25 og 27 ár, fær tú aftur 50.000 kr inn á somu konto, til sama endamál.
Ein treytað gáva
Gávan er treytað av, at tú setur búgv í Føroyum. Um tú framvegis ikki er fluttur heim til Føroyar, tá tú er 33 ár, fellur upphæddin aftur til landið.
Gávan er prístalsregulerað og stendur á konto hjá landinum, í tínum navni, inn til tú keypir tín fyrsta bústað í Føroyum.
Ein upp aftur størri gáva til tín - drag allar renturnar frá í skattinum
Meðan prísurin á bústøðum er tvífaldaður seinastu árini, hevur mesta upphæddin, sum til ber at fáa í rentustuðli, staðið í stað á 35.000 kr árliga. Hetta tyngir munandi um fíggjarligu byrðuna hjá ungu familjunum, sum júst hava sett búgv.
Eg vil arbeiða fyri, at tú ístaðin fyri rentustuðul, sleppur at draga 35% av tínum bústaðar rentum frá, áðrenn tú skal gjalda tín skatt. Við skattafrádrátti verður tú javnsett við fyritøkurnar sum sleppa at draga allar sínar rentuútreiðslurfrá áðrenn skatt. Hví skal tað sama ikki galda fyri teg?
Hví skulu vit geva tær gávur? Tí tað loysir seg!
Tí, hvør føroyingur flytur ikki heimaftur, og fyri hvønn einasta føroying, sum ikki kemur heimaftur, missa vit nógvar milliónir í framleiðslu og skattainntøkum.
Tí vit hava gjørt stórar íløgur í teg við góðum dagstovnum, skúlum og víðariútbúgving. Vit vilja so fegin, at hendan íløgan kemur okkum øllum í Føroyum til góðar :) og vit vilja sjálvandi, at føroyski ungdómurin heldur á at byggja okkara land.
Set X við Sigrid J.Dalsgaard, Tjóðveldi


.jpg)

.jpg)

