Kvinnur hava framvegis verri fortreytir á fleiri økjum – eisini tá tað kemur til heilsu.
Javnstøða snýr seg ikki bara um løn og arbeiðsmarknað. Hon snýr seg eisini um rættin til góða heilsu og virðiliga viðgerð.
Í nógv ár hevur læknavísindalig gransking fyrst og fremst tikið støði í mannfólkakroppinum. Ov lítið granskingararbeiði hevur tikið støði í kvinnukroppinum. Tvs. at “standard menniskjað”, ið granskingin byggir á, er ein maður. Vitanin um kvinnukroppin, um kvinnusjúkur og um sjúkueyðkennini, ið kvinnan fær í samband við vanligar sjúkur, er tískil minni.
Hendan ójavnstøðan vísir seg eisini m.a. við, at eg sum lækni læri um sjúkueyðkenni, ið eru bygd á gransking av monnum. Tí verður ofta tikið til, at kvinnan hevur “atypisk” sjúkueyðkenni. Altso, at 50% av heimsins borgarum hava atypisk sjúkueyðkenni - tí maðurin er standard sjúklingurin.
At fleiri kvinnusjúkur framvegis eru ov lítið raðfestar, og at vit vita ov lítið um tær, kann geva eina fatan av, at kvinnur ikki verða tiknar í álvara í heilsuverkinum, ella at tær halda, “at soleiðis er tað bara” at vera kvinna.
Vit mugu raðfesta kvinnuheilsu hægri politiskt. Tað kunnu vit gera við m.a. meira gransking í kvinnukroppinum og kvinnuheilsu.
Samstundis mugu vit práta og kunna opið og alment um kvinnukropp og kvinnuheilsu.
Javnstøða kemur ikki av sær sjálvum. Hon krevur politiskan vilja. Tí mugu vit hava kvinnur í politik, sum kunnu vera við til at taka avgerðirnar.
Vit hava tørv á:
- meira gransking innan kvinnuheilsu
- betri vitan og fatan av kvinnukroppinum
- betri og javnbjóðis viðgerð
Stríðið fyri javnstøðu heldur fram, og mín partur fer ikki at liggja eftir, um eg verði vald inn í Føroya Løgting.
Eg ynski einar sterkar Føroyar við sterkum høvuðsstaði og sterkum bygdum.
Fyri fríum vali, vel Marin í Dali


.jpg)

