Fólkaminking í nógvum smáum býum og bygdum í Føroyum, serliga í Suðuroynni, og brakandi fólkavøkstur í høvuðsstaðnum.
Er tað frítt val at búseta seg í Havn, ella er tað einasti og besti møguleikin?
Ung fara avstað, men sleppa ikki heim aftur
Tey ungu í smærru føroysku býunum og bygdunum fara heimanífrá fyri at nema sær útbúgving og tað er góður lærdómur. Men tey flestu fáa ikki møguleikan at venda heim aftur til bygdina við tí akademiska í ryggsekkinum.
Akademikari á bygd
Vilja vit varðveita lív í økjunum uttan fyri høvuðsstaðin, har fólk kunnu virka og trívast, mugu vit tora at bróta hetta mynstur.
Tað eigur at vera ein sjálvsøgd politisk raðfesting, at eisini akademisk arbeiðspláss kunnu vera í smáu býunum. Ja, tað eigur at standa á starvslýsingini:
“Vit leita eftir løgfrøðingi til Almanna- og heilsumálaráðið. Arbeiðsstaður: Skrivstovufelagsskapur á Tvøroyri, Klaksvík ella Sandavági.”
Skrivstovufelagsskapir
Vit mugu skapa betri karmar fyri fjararbeiðspláss uttan fyri høvuðsstaðin.
Ein ítøkilig loysn er at gera bygningar í smáu býunum um til skrivstovufelagsskapir, sum kunnu vera arbeiðspláss fyri fjararbeiði knýtt at ymiskum stovnum aðrastaðni.
Vit vita, at tøkniliga ber tað til og KT-trygdin er í lagi.
Lívsjavnvág
Eg ivist onga løtu í, at vit tá høvdu fingið m.a. løgfrøðingar og stjórnmálafrøðingar heim aftur til Føroya, tí tey tá fáa bæði tað serstaka føroyska bygdalívið, tað trygga umhvørvið hjá børnunum at vaksa upp í, tíð og jørð til húsdjór og at planta egið grønmeti, samstundis sum tey sleppa at gagnnýta akademisku førleikarnar, tey hava ognað sær.
Hetta hevði
- givið almenn størv við bústaði kring landið uttan at flyta almenn arbeiðspláss.
- styrkt lokalsamfelagið í bygdunum og smáu býunum.
- minkað um ferðsluna til og frá høvuðsstaðnum.
- givið fleiri fólkum, serliga ungum familjum, møguleika at búgva har, tey hava sínar røtur og kenna seg heima.
Eg ynski einar sterkar Føroyar við sterkum høvuðsstaði og sterkum bygdum.
- Fyri fríum vali, vel Marin í Dali
