Ein lærandi og vitandi tjóð
Útbúgving fyri øll og lívlong læring
Hugurin og trongdin eftir at læra, og íborin evni, forvitni, førleikar og vitan, eru drívmegin í okkara samfelag. Útbúgving er ikki longur avmarkað til eitt ávíst tíðarskeið á lívsleiðini, men fevnir um alt lívið, í arbeiði, sum í frítíð. Umráðandi er, at vit síggja førleikamenning og útbúgving sum samrunnan part av gerandisdegnum hjá fólki.
Vit seta okkum sum mál at bjóða fólki okkara allar møguleikar at menna og útbúgva seg á fjølbroyttan hátt, uttan mun til fortreytir og lívsval. Øll eiga líka rætt til ókeypis útbúgving í Føroyum, frá fólkaskúla um miðnám og yrkisnám til hægri útbúgvingar.
Yvirskipaði politikkur Tjóðveldis er at tryggja fólkaræðinum bestu fortreytir og øllum borgarum javnsett rættindi og lívstreytir.
Tí er umráðandi at tryggja dygdargóða undirvísing um stríðið fyri egnum máli og rættindum sum tjóð, umframt týdningin av at taka ábyrgd fyri egnum viðurskiftum og altjóða ábyrgd í einum sínámillum treytaðum heimi.
Politikkur Tjóðveldis hevur sum mál at verja samleika, mál og mentan, ið eru ment og borin gjøgnum ættarlið av føroyingum, meðan vit samstundis virka fyri menning og integratión til gagns fyri alla tjóðina.
Burðardygg læring og útbúgving
Allir næmingar skulu hava møguleika at ogna sær tann kunnleika og førleika, sum er neyðugur fyri at virka fyri burðardyggari menning, millum annað við útbúgving um burðardygd, mannarættindi og javnstøðu, til frama fyri eini mentan, sum er fyri friði og ímóti harðskapi, fyri alheims borgaraskapi, eins og viðurkenning av mentanarligum fjølbroytni og tí íkasti, sum mentanin leggur afturat burðardyggari menning.
Samanhangandi útbúgvingarskipan
Allar okkara útbúgvingarskipanir, frá fólkaskúla til miðnámsskúlar, hægri lesnað og framhaldsútbúgvingar, skulu vera samskipaðar og hanga saman. Endamáli er, at allar útbúgvingar, á ein ella annan hátt skulu kunna verða góðskrivaðar, heilt ella lutvíst, í sambandi við framhaldsútbúgving á einum hægri stigi.
Útbúgving skal eggja til tvørgfakligt medvit
Barnagarður og skúli skulu geva børnum og ungum møguleikar at menna síni skapandi evni, sum er við til at mynda teirra samleika, sjálvsvirðing og sjálvskenslu. Barnagarður og skúli skulu birta upp undir evnini hjá børnunum og teimum ungu at fara um síni egnu viðurskifti á virðiligan og samstarvandi hátt.
Skúlin skal læra okkum at skilja týdningin av at virka fyri burðardyggari menning av samfelagnum, harímillum grøna orkuskiftinum, ið skal gera okkum leys av teimum lívrunnu orkukeldunum, og eisini, hvussu vit trygt og skynsamt kunnu fremja hetta í verki.
Skúlin og mentanin – miðlar, gransking og list, felagslív, siðir, trúarlív, ítrótt o.s.fr.
Føroyska mentanin er bæði serstøk og lík aðrari norðurlendskari og vesturlendskari mentan. Serstøk, har hon í summum førum skilir seg frá mentanini í grannalondum, og lík í øðrum førum, tá talan m.a. er um miðlavanar, gransking, listarlig rák, ítrótt og trúarlív. Mentanin er hjartaslátturin í samfelagnum og kann siga okkum nakað um, hvør samfelagsins heilsustøða er. Mentanin er úrslitið av tí dagliga virkseminum í samfelagnum, tað sum gevur dagliga stríðnum innihald og virði, og tað, sum vit sum tjóð kunnu vera errin av. Skúlin skal geva mentanini rúm í víðastu merking, so næmingarnir skilja og fata týdningin av øllum tí fjølbroytni, ið okkara mentan fevnir um.
Skúlin og náttúran – umhvørvi, burðardygd, trivnaður o.s.fr
Føroyska náttúran er karmurin um alt okkara tilverugrundarlag. Tí mugu vit læra at fara væl um náttúruna, og skulu vit tað, so mugu vit eisini læra okkum at kenna okkara náttúru í øllum lutum. Skúlin hevur ein týðandi leiklut í at gera okkum upplýst og tilvitað um náttúruna.
Vit liva av náttúruni og tí tilfeingi, hon gevur okkum. Vit hava almikið av ótroyttum náttúrutilfeingi, ið vit ikki nóg væl hava dugað at gagnnýtt á nóg burðardyggan hátt. Okkara stóra náttúruríkidømi hevur kanska gjørt sítt til, at vit ikki hava sæð tað alneyðuga í at ansa væl eftir tí, sum vit hava, og ikki troyta tað meira enn tað natúrliga tolir.
Skúlin og samfelagið – búskapur, politikkur, vinna o.s.fr.
Føroyska samfelagið er búskaparliga tætt knýtt at tí livandi ríkidøminum í havinum. Tí hevur tað alstóran týdning, at vit umsita hetta ríkidømi, so at tað eisini í framtíðini kann tryggja vælferðina hjá øllum íbúgvum landsins, bæði verkafólki, lærarum, stjórum og teimum óarbeiðsføru. Føroyskir skúlanæmingar skulu allir gerast tilvitaðir um týdningin av búskaparligu trygdini hjá landinum og tí einstaka borgaranum, og í hesum sambandi læra at síggja, hvussu samfelagspolitikkur, arbeiðslív og vinna byggja grundina upp undir búskapinum í landinum.