At vera millum fremstu vælferðarsamfeløg
Samfelag, vælferð og vinnuligt virksemi hanga neyvt saman, og mugu tí ganga hond í hond tá útbyggingar og nýskipanir verða gjørdar í vinnu- og samfelagsstrukturi. Geirarnir mugu vita av hvørjum øðrum, hvørji mál eru í umbúnað, og samstarv skal vera tvørtur um samfelagsgeirarnar.
Tjóðveldi byggir sín trivnaðarpolitikk á, at vælferð er at hava grundleggjandi rættindi til at liva eitt gott lív við sjálvbjargni og sjálvsvirðing, har øll hava mest møguliga ávirkan á egnar lívsumstøður. Vit skulu skipa okkara egnu vælferðarskipan og byggja hana á samhaldsfesti og royndir okkara sum tjóð.
Heilsuligir og sosialir trupulleikar eru í stóran mun tengdir at ójavna og sosialum fortreytum, og tí er arbeiðið at bøta um livikorini besta íløgan í framtíðar almanna- og heilsupolitikk.
Almenn forsorg
Endamálið við øllum fyriskipanum og hjálparráðum er at stuðla upp undir ein virknan gerandisdag, sum kann hjálpa, stuðla og menna okkum til sjálvbjargni. Almennu fyriskipanirnar skulu virka við virðing fyri støðu hins einstaka og hava sum aðalmál at varðveita integritet og sjálvsavgerðarrætt. Fólki, sum tørvar hjálp vegna sjúku, brek, vanlukku, arbeiðsloysi, elli ella aðrar umstøður, verður tryggjað grundleggjandi rættindi til fullgóða hjálp.
Almanna- og heilsupolitikkur
Allar avgerðir um ein borgara verða altíð tiknar við støði í samlaðu lívsstøðu hins einstaka. Tí skulu fyribyrgjandi og heilsufremjandi tænastur á almannaøkinum altíð grundast á eina heildarmeting av tørvi hins einstaka, við atliti at sosialu, likamligu og sálarligu støðuni.
Avvarðandi, sosiala trygdarnetið og arbeiðspláss eru týðandi lutir í tí hjálp, sum verður veitt. Málið er altíð at tryggja, at fólk ikki detta niður ímillum ráð og stovnar, men fáa hjálp eftir eini heildarmeting. Tað almenna hevur skyldu at ráðgeva og vegleiða borgarum og tryggja, at rættartrygdin verður vard.
Tjóðveldi vil hava, at tænastur eru so nær borgarunum, sum til ber. Har tað ber til, verða tænastur veittar í ymisku økjunum í landinum.
Fólkaheilsa
Fólkaheilsan og átøk henni at frama verða framd við heilsufremjandi upplýsing og ítøkiligum átøkum. Fólksliga upplýsingin um heilsu tekur støði í at fremja heilsuna og fyribyrgja teimum heilsuvandum, sum eru mest aktuellir, og endamálið er at røkka út til alt fólkið. Somuleiðis verða ítøkilig átøk, málrættað ímóti ávísum heilsuvandum og sjúkum, fyriskipað kring landið.
Dentur verður bæði lagdur á at fremja góða heilsu og á fyribyrging. Heilsufremjan og fyribyrging ganga hond í hond.
Tað stóra arbeiðið, sum áhugafeløg á heilsuøkinum fremja, verður virt og raðfest sum ein týðandi partur av øllum heilsupolitikkinum í Føroyum. Borgarin eigur at uppliva, at heilsuverkið veitir eina dygdargóða og samanhangandi tænastu.
Eitt samstarvandi og samanknýtt heilsuverk
Allir borgarar í Føroyum skulu ókeypis hava í boði og trygd fyri fremstu fyribyrgjandi heilsuskipanum og fremstu viðgerðum – antin í Føroyum, í okkara grannalondum ella aðrastaðni í heiminum.
Føroyska heilsuverkið og sjúkrahúsverkið skulu støðugt vera samstarvandi og samanknýttar eindir og toymir – bæði innanhýsis í Føroyum og í samstarvi við heilsuverk, sjúkrahús og granskingarstovnar í okkara grannalondum og øðrum londum, har fremsti førleikin og sakkunnleikin eru.
Starvsfólkunum í heilsuverkinum skulu útvegast betri umstøður til fakliga at samstarva, útbúgva seg, endurútbúgva seg, nýta og menna tøkni og at granska í samstarvi við fakfólk í øðrum sjúkrahúsverkum og fakligum umhvørvum. Á henda hátt kunnu fakfólkini í Føroyum virka í toymum og netverkum í øðrum heilsu- og sjúkrahúsverkum, eins og fakfólk uttanífrá virka í Føroyum.
Øll skulu við
Øllum børnum, ungum, vaksnum og eldri verður tryggjað nøktandi undirvísingar- og virknistilboð í nærumhvørvinum alt eftir tørvi. Føroyar skulu ganga undan at halda altjóða Barnarættindasáttmálan og ST-sáttmálan um rættindi teirra, ið bera brek.
Tann hjálp og stuðul, sum tørvur er á, skal tí vera lógartryggjaður rættur, og familjan skal verða snúningsásin í arbeiðinum at tryggja, at børn og familjur ikki detta niður ímillum stovnar og ráð, land og kommunur.
Barnavernd
Ein hin fremsta uppgávan fyri eitt framkomið land er at tryggja, at øll børn hava møguleika at vaksa upp undir tryggjum umstøðum. Tí eiga barnaverndarøkið og onnur fyrbyrging og vernd av børnum áhaldandi at verða styrkt.
Tjóðveldi arbeiðir fyri, at
• Barnaverndarlógin verður eftirmett áleið fimta hvørt ár.
• Barnaverndartænasturnar eru framhaldandi staðsettar í økjum kring landið.
• At økini í landinum eru ment at veita so javnbjóðis tænastur sum til ber.
• Familjum við serstøkum avbjóðingum verða veitt munadyggur stuðul og hjálp. Eitt sjálvboðið lággáttartilboð til familjur verður sett í verk, so familjur hava betri møguleika at fáa ráðgeving.
• Miðvís orka verður løgd í at fyrbyrgja kynsliga misnýtslu og annan harðskap móti børnum.
• Øll børn skulu kunnu fáa nøktandi hjálp í Føroyum.
• Tryggja, at barnarættindasáttmálin verður hildin
Eldrapolitikkur
Frælsi at velja, virka og verða vird er grundleggjandi rættur hjá øllum. Tjóðveldi vil tryggja hesi rættindi við samhaldsføstum skipanum. Spurningurin um ábyrgdarbýti millum land og kommunur er ein spurningur um, hvussu allir føroyingar fáa somu rættindi og tilboð í eldrapolitikkinum.
Endamál við eldrapolitikkinum er, at fólk skulu hava góða lívsgóðsku alt lívið, og Tjóðveldi byggir á hugsjónina hjá Heimsheilsustovninum WHO um at ”leggja ár til lívið og at leggja lív til árini.”
Sjálvsavgerðarrætturin hjá borgarunum skal virðast. Rætturin at búgva heima sum longst við rættari hjálp, ella á stovni, um heilsan bilar, er ein grundleggjandi rættur. Ongin skal vera tvungin at flyta vegna vánaliga heilsustøðu ella vantandi hjálp. Eldrarøktin eigur tí at verða veitt sum eitt fjøltáttað tilboð við tænastum, sum eru samansettar eftir tørvinum hjá einstaka borgaranum.
Pensjónsskipan
Tess minni stættarmunurin er, tess sterkari er samfelagið. Umráðandi er tí at tryggja øllum borgarum sømilig livikor í ellisárum. Allir føroyingar skulu hava lógarfestan rætt til góða og trygga pensjón, ið verður grundað á eina samhaldsfasta og framtíðartryggjaða skipan.
Tjóðveldi arbeiðir fyri, at
• Øllum verður tryggjað ein minsta pensjónsupphædd, sum er sømilig.
• Tey, ið ikki hava aðra pensjón, fáa hægstu pensjón.
• Pensjónsskipanin skal eggja teimum, ið ynskja at arbeiða eftir pensjónsaldur, at halda fram við hesum.
• Egnar pensjónsuppsparingar verða grundaðar á avtalur, ið partarnir á arbeiðsmarknaðinum samráða seg til.
• Størri partur av pensjónini verður samhaldsføst og verður skattað við útgjaldi.
• Viðbótin til fólk, ið bert hava fólkapensjón og samhaldsfasta at liva av, verður hækkað.
Arbeiðsmarknaður og trivnaður
Tjóðveldi ynskir ein virknan og smidligan arbeiðsmarknaðarpolitikk, sum rúmar øllum borgarum, við teirri styrki og tí ríkidømi, tað gevur samfelagnum. Arbeiðsmarknaðurin skal átaka sær grundleggjandi sosialar skyldur, og almennu skipanirnar veita grundleggjandi sosiala trygd.
Vit ásanna, at samráðingar einsamallar ikki altíð røkka til rættvísa løn og rættvísar sømdir fyri allar lønarbólkar á arbeiðsmarknaðinum. Tað er tí alneyðugt, at lyfta lægstu lønarbólkarnar á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum upp á eitt virðiligt støði, so til ber at liva av lønini. Og tímaløntum má veitast tryggari kor. Hetta er eisini avgerandi, skal arbeiðsmarknaðurin vera kappingarførur í mun til arbeiðsmegina.
Tjóðveldi vil tí í samráði við partarnar á arbeiðsmarknaðinum seta eina lønarpulju til at lyfta teir lægstu lønarbólkarnar, serliga í vælferðarstørvum, sum søguliga hava verið afturúrsigld, tá tað um løn ræður. Og vit vilja arbeiða fyri, at arbeiðsvikan stigvíst í lóg verður lækkað til í mesta lagið 37 tímar.
Førleikamenning og eftirútbúgving mugu avspeglast í løn og starvsstigi. Og eftir treytum, sum partarnir áseta í sáttmála, skal bera at fáa góðkent arbeiðsroyndir á jøvnum føti við aðra førleikamenning.
Bústaðar- og íbúðarpolitikkur
Rætturin til at seta føtur undir egið borð er mannarættur. Tjóðveldi virkar fyri, at allir føroyingar hava rætt til bústað ella býli.
Møguleiki skal vera fyri eini ringrás í íbúðamynstrinum, so eldri, ung, barnafamiljur, einstaklingar, stakir uppihaldarar, rørslutarnað o.o. hava møguleika at fáa tann bústað, sum teimum hóskar, antin tað er til leigu ella til ognar.
Íbúðartørvin hjá fólki við serligum avbjóðingum skulu kommunu- og landsmyndugleikarnir loysa í samráð við áhugafeløg, avvarðandi og við tann einstaka, sum hevur íbúðartørvin. Rætturin at verða hoyrd og hava ávirkan á egnar lívsumstøður og egnan bústað skal virðast.
Økismenning
Samfelagsliga menningin í Føroyum er kjølfest í spjaddari búseting og livandi lokalsamfeløgum kring landið alt, har virðini, vitanin og royndirnar hjá forfedrunum eru borin víðari til næstu ættarliðini.
Trivnaður, atgongd til felagsskapin og okkara felags vøkru náttúru, eitt ríkt og fjøltáttað mentanarlív í oyggjum og bygdum er karmur og virðisgrundarlag hjá einstaklingum og familjum um tað góða lívið.
Trivnaður og mentanarlív í oyggjum og bygdum er karmurin um at menna eitt fjølbroytt vinnulív, har lokalir myndugleikar, feløg, skúlar, einstaklingar og vinna hava møguleika at samstarva og leggja felags ætlanir.
Tjóðveldi leggur dent á økismenning. Bygdir og kommunur eiga at samstarva í økjum, so at alt landið og fólkið kann mennast í rímiligari javnvág – vinnuliga, mentanarliga og sosialt.
Fjøltáttað, nýskapandi og burðardygg vinna
Aðalmál í vinnupolitikkinum skal vera ein fjøltáttað, nýskapandi og burðardygg vinna, sum skapar virðir og arbeiðspláss, grønan vøkstur og vælferð kring landið.
Hugur, førleikar, javnar kappingartreytir og virðing fyri umhvørvi og trivnaði skulu vera kjølfestið undir vinnuni. Ein fjøltáttað, vælvirkandi og sunn vinna er ein súla undir sjálvberandi búskapi og einum sjálvstøðugum landi.
Vitan og førleikar hjá fólkinum eru okkara fremsta tilfeingi. Fjølbroytt útbúgvingartilboð og eitt framkomið lærdómssetur við miðvísari gransking eru tí høvuðsmotorar hjá einari nýmennandi og vitanartungari vinnu. Vitan um náttúrutilfeingi, nýggja tøkni, íverksetan og frælst vinnuvirksemi skal vera partur av undirvísingini, heilt frá barnaskúla til hægri lærustovnar.
Stórur dentur verður lagdur á grøna orkuskiftið og møguleikar hjá vinnuni í hesum sambandi. Tað skal loysa seg hjá vinnuni at hugsa og handla grønt. Somuleiðis arbeiða vit fyri, at vinnan gerst virkin partur í skipanini av einum ringbúskapi, har brúkt tilfar og rusk frá vinnuni verður endurment sum eitt týdningarmikið tilfeingi, heldur enn vera blakað burtur og brent.
Vit vilja hjúkla um íverksetan og skapanarhug og gera smidligar skipanir, ið gera tað einfaldari at seta virkir á stovn og at reka vinnu. Vit vilja styrkja skipanir við set- og íløgukapitali og tryggja ein kappingarføran partafelagsskatt. Vit vilja styrkja útbúgvingar í náttúrutilfeingi, sjóvinnu, orku, gransking og førleikamenning atknýtt vinnuni. Vit vilja arbeiða fyri at fáa fleiri altjóða sáttmálar og betri marknaðaratgongd.