Persónligt frælsi at skapa, tala og liva sambært egnari sannføring
Landið skal hava ein mentanarpolitikk, sum sæst aftur í gerandisdegnum hjá fólki.
Persónligt frælsi, talufrælsi og trúarfrælsi eru grundsúlurnar í mentanarpolitikkinum.
Persónligt frælsi at vera og at skapa merkir, at ein hevur rætt at vera tann, ein er, sambært egnu sannføring.
Mentan og list er at skapa, endurnýggja og viðgera felags virði í samskifti millum menniskju. Mentan og list skapa samleika og amboð at fata okkum sjálv, okkara lív, okkara søgu og samfelag og heimin kring okkum. Mentan og list bróta mørk og flyta okkum framá.
Mentanarpolitikkurin skal endurspegla ynski um og tørvin á, at persónliga frælsið at skapa og tala verður virt í tí politiska lívinum og í samfelagnum sum heild.
Mentanarpolitikkurin hjá Tjóðveldi snýr seg um okkara samleika sum tjóð og fólk við øllum tí fjølbroytni, tað ber í sær. Mentanarpolitikkurin hevur til endamáls at tryggja, styrkja og menna okkara felags mentanararv og mentanarliga tilfeingi.
Mentanarpolitikkurin skal gera tað møguligt hjá okkum at fremja eina vælvirkandi integratión í føroyska samfelagnum, har rúm eisini skal vera fyri nýhugsan, víðskygni og mentanarligum fjølbroytni.
Miðlanýtsla og miðlaførleiki
Ein sjálvstøðug og óheft pressa er ein av súlunum undir einum virknum fólkaræði. Miðlarnir hava ovurhonds stóra ávirkan á samfelagið, medvit, samleika, mentan og fólkaræði. Somuleiðis hava miðlarnir týðandi leiklut í at varðveita og menna føroyska málið.
Ein fjølbroytt og kritisk pressa skal tryggja, at lóggevandi, útinnandi og dømandi valdið veruliga tæna fólkinum. Tí kann fjølmiðlavirksemi ikki burturav latast upp í hendurnar á marknaðarkreftunum, men skal vera skipað eftir almennum leisti, ið tekur atlit til øll sløg av miðlum.
Kringvarpið eigur í hesum sambandi at verða styrkt, so tað til fulnar kann røkja sínar public-service-uppgávur. Umstøðurnar hjá teimum privatu miðlunum mugu betrast, so teir í størri mun kunnu liva upp til treytirnar at vera frælsir og óheftir, og ikki einans vera noyddir at laga seg eftir fíggjarligum og peningaligum áhugamálum.
Karmarnir kring miðlarnar og fakliga støðið mugu styrkjast, eitt nú við, at miðlaútbúgving verður sett á stovn á Fróskaparsetrinum ella sum ein hægri útbúgving á Glasi.
Fyri at tryggja persónliga frælsi at skapa, skriva og tala alment og frítt og við ábyrgd, skal opinleiki og innlit í umsiting og fyrisitingarligar avgerðir vera sjálvsagdur rættur hjá pressuni og borgarunum.
Ungdómurin
Komandi ættarlið eru grundarlag undir framtíðar Føroyum, og ungdómur okkara skal hava ávirkan, ábyrgd og javnbjóðis møguleikar í samfelagnum.
Øllum ungum skal tryggjast møguleikin fyri innihaldsríkum ungdómi, ið ger tey før fyri at liva eina sjálvstøðuga og innihaldsríka tilveru við virknari luttøku í samfelagslívinum.
Børnini og tey ungu skulu læra at samskifta, samráðast og taka avgerðir í einum samfelag, har ið rúm skal vera fyri ymiskum hugsjónum og meiningum. Tey skulu hava ávirkan á sítt umhvørvi, á skúlagongd, arbeiðstreytir, frítíð og sínar framtíðarmøguleikar.
Føroyar skulu áhaldandi verða kappingarførar í stríðnum fyri at veita ungdóminum góð og spennandi útbúgvingartilboð, so tey velja føroyskar útbúgvingar heldur enn at fara av landinum at taka útbúgving. Tað krevur, at almennu Føroyar fáa loyst avbjóðingarnar við eitt nú at útvega teimum ungu lesandi og teimum, sum eru í útbúgving, egnan bústað og spennandi lestrar- og útbúgvingarumhvørvi, har tey ungu trívast og kenna seg hoyrd.
Eisini er umráðandi, at tey ungu hava møguleika at gera sær arbeiðsroyndir. Fleiri megna ikki at finna fótafesti í útbúgvingarskipanini, og tað er ein avbjóðing fyri fleiri, at læru- og praktikkpláss tróta, hóast talið av lærusáttmálum hevur ligið javnt høgt tey seinastu árini.
Øll ung eiga at koma væl ígjøgnum ungdómsárini. Summi hava tørv á einari útrættari hond fyri at finna fótafesti í tilveruni. Tjóðveldi vil, at øll ung skulu tryggjast møguleikan at fáa vegleiðing um næstu stig, eftir at tey eru liðug við fólkaskúlan, og tey ikki vita, um tey skulu halda fram í útbúgvingarskipanini, ella um tey heldur ynskja at fara út í arbeiðslívið. Sum er, hava hesi onga trygd fyri, at ein hjálpandi hond er tøk, tá avbjóðingarnar vísa seg.
Mentanarligt virksemi
Við einum nýggjum tjóðleikhúsi skulu nýggjar verkætlanir innan leiklist stuðlast.
Tøkniliga, talgilda menningin krevur at vit bjálva okkum væl at taka ímóti teimum nógvu og áhaldandi mentanarligu rákunum, ið heimurin kring okkum bjóðar av við. Tí mugu vit seta meira pening av til føroyskar verkætlanir innan film, telduspøl, tónleik, myndlist og bókmentir, samstundis sum føroyingar verða eggjaðir og stuðlaðir til at fáa sær fjølbroyttar útbúgvingar innan hesi øki.
Føroyskur miðlapolitikkur verður orðaður. Saman við Fróðskaparsetrinum og umboðum fyri føroyskt mentanarlív skulu almennu og privatu miðlarnir orða ein miðlapolitikk, sum eisini skal fevna um eina miðlaætlan fyri føroyska samfelagið, sum verður endurskoðað við jøvnum millumbili, t.d. fimta hvørt ár.
Mentanar- og listaráð Føroya skal miðvíst styrkja yrkislistina, einstøku listagreinirnar, áhugalistina og skapandi mentanar- og frítíðararbeiðið kring landið. Mentanar- og listaráðið kann skipast á henda hátt við eini fyrisiting við fakkønum fólki í fulltíðar starvi.
Mál og bókmentir
Føroyskt mál og føroysk mentan eru hildin á lívi við miðvísum stríði, og tey hava fótað sær ímóti øllum forsagnum í nútíðar samfelagnum. Í dag standa nýggjar avbjóðingar fyri framman, har vitanar- og kunningarsamfelagið er veruleiki, og føroyingar skulu virka sjálvstøðugt í altjóða samstarvi.
Føroyskt mál skal mennast og verða fult samfelagsbært mál. Vit skulu kunna viðgera allar partar av tilveruni og allar samfelagstættir á føroyskum, og vit skulu kunnu taka heimin til okkara á føroyskum og læra heimsins mál og mentanir gjøgnum føroyskt.
Neyðugt er at styrkja stovnar sum Nám, Kringvarpið og Søvn Landsins, so teir kunnu ganga á odda í tí miðvísa arbeiði, sum krevst, fyri at styrkja og geva føroyska málinum og mentanini ta tign í gerandisdegnum og í framtíðini, sum tað av røttum eigur.
Skapandi list og mentan
Tjóðveldi arbeiðir fyri at styrkja og áhaldandi menna ein dyggan listapolitikk. Íløgur í list og mentan eru íløgur í lívsgóðsku í einum betri samfelag, har fólkið trívist. List eigur tí at vera atkomilig hjá øllum. Listaøkið fevnir breitt frá tónleiki, sjónleiki, bókmentum, myndlist til byggilist, handverkslist, sniðgeving umframt filmslist, sum telist millum listagreinirnar, ið hava góðar møguleikar eisini at røkka út í heim.
Mentanarstovnar
Mentanarstovnarnir í samfelagnum, eitt nú Tjóðsavnið og Landsskjalasavnið, hava eina sera týðandi uppgávu í samfelagnum og mótvegis borgaranum. Tí er neyðugt við greiðari og tíðarhóskandi lóggávu á savnsøkinum. Tjóðsavnið eigur sum leiðandi savn í Føroyum at fáa góð kor at arbeiða undir. Fremsta endamál hjá søvnum okkara er at skráseta, innsavna og varðveita okkara mentanararv, og á fjølbroyttan hátt miðla sína vitan og veita upplýsing. Mentanararvurin á søvnunum má tryggjast, so hann ikki forferst, men eisini er tøkur til komandi ættarlið.
Savnsvirksemi snýr seg í stóran mun eisini um at skapa trivnað, samleika og nýhugsan millum fólk í einum virknum nærumhvørvi, so fólk kring landið kunnu skipa sín áhuga og kenna ognarskap í at reka mentanarsøguligt virksemi.
Tjóðsavnið, Landsskjalasavni og Landsbókasavnið hava yvirskipaða, fakliga ábyrgd og skulu seta karmar, men dentur skal verða lagdur á, at hugskot, átøk og søvn, sprottin úr lokalumhvørvinum og frá einstaklingum, merkja tað útinnandi og dagliga bygdasavnsvirksemið.
Sum tjóð í miðjum Norðuratlantshavi, sum hevur ment seg í og við náttúruni á sjógvi og landi, eiga vit at hugsa stórt á savnsøkinum. Vit eiga at menna nýggj søvn og útbyggja søvn, sum goyma og skapa vitan og gransking um ta ríku søgu, tær royndir, tað tilfeingið og tær avbjóðingar, ið vit hava.
Tjóðleikhús og symfoniorkestur
Tjóðpallur og symfoniorkestur eru mentanarframherjar, hvørs týdningur fyri mentan, samleika og listarliga umhvørvi okkara valla kunnu yvirmetast.
Tjóðveldi arbeiðir fyri, at
● Føroya Symfoniorkestri verður tryggjað haldført fíggjarligt grundarlag og sømilig kor at virka undir.
● Tjóðleikhús Føroya verður bygt beinanvegin, og Tjóðpallur Føroya fær styrkt fíggjarligt grundarlag.
Bókasøvn
Fortreytin fyri einum vælvirkandi fólkaræði er eitt upplýst og kritiskt hugsandi fólk. Her eru bókasøvnini grundleggjandi stovnar. Bókasøvnini eru felags minnið hjá samfelagnum, sum goyma, skipa og skráseta alt, ið verður givið út. Tey útvega atgongd til vitan úr øllum heimi, og tey skapa grundarlagið fyri gransking á øllum fakøkjum. Tey eru samstundis millum týdningarmestu stovnar at fremja upplýsing, lærdóm og mentanarligt virksemi kring alt landið.
Føroya Landsbókasavn, ið er millum elstu mentanarstovnar í landinum, skipar samstarv við býar-, bygda-, skúla- og meginbókasøvn kring landið, eisini um stuðulsjáttan og tilfar. Tey einstøku bókasøvnini skulu hava rúmar ræsur at skapa sítt egna fjølbroytta virksemi og gerast mentanardeplar á staðnum, sum nógv góð dømi eru um.
Felagslív og livandi mentan í gerandisdegnum
Lokalsamfeløgini eru grundarlagið undir livandi mentan. Felagslív, ítróttur, trúarlív, kvøldskúlar o.a. eru týðandi lutir í mentanararbeiðinum í gerandisdegnum.
At gagnnýta náttúruna og fáast við innløgu á sjógvi og landi eru sjálvsøgd rættindi, búskaparligt ískoyti og byggir á vitan, førleikar og samstarv, sum eru ment ígjøgnum ættarlið. Hetta er samstundis grundarlag fyri trivnaði, felagsskapi og mentan.
Mentanarpolitikkurin skal tí miðvíst stuðla tí livandi felagslívinum og skapa karmar fyri at varðveita og menna siðaarvin og mentanartiltøk í gerandislívinum kring landið.
Føroyski dansurin, føroysku klæðini, føroyskt bátasmíð, byggilist og handverk, ull og heimavirki og matmentan eru dýrmætir partar av okkara mentanararvi, sum vit hava skyldu at varðveita til eftirkomarar okkara.
Ítróttur
Gjøgnum ættarlið hava vit í ítrótti lært virðir, siðvenju og leikreglur. Ítrótturin er mentanarberi, samleikaskapandi, samstarvselvandi, fremjandi fyri fólkaheilsu og setir Føroyar á heimskortið. Ítrótturin kann binda okkum saman við heimin í altjóða samstarvi og er týðandi kelda til inntøkur og førleikamenning í samfelagnum.