Vit eiga øll landið og tilfeingið

Tilfeingið er okkara felags ogn og ríkidømi

Vit kunnu fáa meira burtur úr okkara felags ríkidømi, tí, sum er í havinum kring Føroyar og tí, sum er á landi. Tí mugu dugnaligir og ágrýtnir landsmenn og -kvinnur fáa javnbjóðis rætt at gagnnýta hetta tilfeingi til fulnar, so at meira av virðinum liggur eftir hjá føroyska fólkinum.

Rætturin at gagnnýta tilfeingið skal liggja hjá fólkinum og vera umsitin av almenna myndugleikanum á økinum, eins og í øllum líknandi viðurskiftum, har løgtingið lóggevur og landsstýrið og almenni myndugleikin fyrisitur. Tað er ikki fremjandi fyri tilfeingisrøktina og úrkomuna, at einstakir útvaldir áhugapartar og bólkar í samfelagnum fáa framíhjárætt at røkja og umsita okkara felags tilfeingið í óavmarkað tíðarskeið, samstundis sum givin loyvir og rættindi kunnu verða avhendað fyri methøgar upphæddir, sum enda í privatum lummum.

Rætturin hjá fólki at njóta og ferðast í haga og náttúruni annars er grundleggjandi rættur. Flestu lond, vit sammeta okkum við, meta hesi rættindi sum alfevnd og sjálvsøgd, og eru tey tí á ymiskan hátt fest í lóg.

At ferðast í náttúruni má altíð gerast við fyriliti, bæði at teimum, sum eiga ella umsita hana, og hava hana sum sítt livibreyð, men ikki minst við atliti at sliti á náttúruna og djóra- og plantulívi. Føroyska náttúran er viðbrekin og lendið gerst alt meira slitið av veðurlagsbroytingunum, ið hava havt nógv meira avfall við sær seinastu árini.

Vit hava onga náttúruverndarlóg, sum verjir náttúruna, og harumframt er okkara náttúrufyrisiting sera avmarkað, tá tað snýr seg um neyðuga orku. Fara vit ikki varliga fram, kann nógv økta ferðingin í náttúruni gera stóran skaða.

Økini eru ymisk, og tí er eisini stórur munur á, hvussu nógva trýst tey tola. Tað er umráðandi við góðum samskifti millum kommunur, myndugleikar, stovnar, ferðavinnu, borgarar á staðnum og tey, sum varða av jørðini, soleiðis, at tær røttu loysnirnar verða funnar.

Tjóðveldi arbeiðir fyri, at

• Rætturin at ferðast í náttúruni er tryggjaður við lóg, og føroyingar skulu ikki gjalda fyri vanliga gongd í haga, fjøllum ella fjøru í egnum landi.

• Ferðast skal við fyriliti fyri náttúruni og landbúnaði og virkseminum hjá jarðareigarum og festarum.

• Viðurskiftini skulu skipast í samstarvi við fólk á staðnum, so ferðingin er burðardygg, bæði sosialt og í mun til náttúru.

• Vinnulig ferðing eigur at fara fram við loyvi frá teimum, sum varða av jørðini, eins og hesi hava rætt at taka gjald fyri vinnuliga ferðing og gongutúrar.

• Náttúruøki, har lendi, fuglur, blómur ella annað er viðbrekið, skulu hava serstaka verju og reglur fyri ferðing.

• Ein náttúrufyrisiting eigur at verða skipað við umsjónarfólki at halda eyga við viðbreknari náttúru kring landið.