Saman við sterka liðnum í Tjóveldi vil eg arbeiða fyri einar frælsar Føroyar, har:
Børn og ung hava bestu uppvakstrarmøguleikar
Barnalógin verður samtykt, og góðu verkætlanarroyndirnar í Barnaverkætlanini verða settar í verk kring alt landið.
Tað merkir at øll børn í Føroyum fáa rætt til eina samskipaða tænastu og skjóta tørvsgrundaða hjálp til teirra avbjóðingar.
Við hesum fáa vit betri heilsu, trivnað og menning fyri okkara børn og vit taka strongdina og máttloysi burtur frá øllum teimum foreldrum, sum í dag renna seg í forðingar, skulu samskipa hjálpina sjálvi og ikki fáa eina samskipað málrættaða loysn til júst tann tørv teirra barn hevur.
Útbúgving, vitan, nýskapan og gransking eru kjarnin í menningini
Tað merkir at vit skulu endurskoðað okkara skúlaskipan útfrá hesum spurningi:
Er skúlin barnaklárur?
Á miðnámi skulu vit framhaldandi skapa góð lestrarumhvørvi kring landið.
Fróðskaparsetur Føroyar skal vera sjálvur hjartaslátturin í okkara menning av einum burðardyggum samfelag - í tøttum samstarvi við allar viðkomandi partar í Føroyum, og knýta sterk altjóða sambond fyri at víðka og styrkja okkara granskingarumhvørvi.
Vit finna røttu javnvág millum sterkar sosialar skipanir og eitt sterkt vinnulív
Eitt sterkt vinnulív er bulurin í vøkstri og virðisskapanini í Føroyum.
Sterkar fevnandi sosialar skipanir eru alneyðugar fyri trivnað, heilsu og samhaldsfesti í Føroyum.
Hesi bæði málini mugu javnvigast, soleiðis at "køkan" Føroyar verður býtt rættvíst til øll at liva eitt gott, meiningsfult og frælst lív.
Vit skulu hava eina virðiliga og haldføra integratión
Tað merkir at vit skulu finna eina góða javnvág millum vinnutørvin á arbeiðsmegi og tjóðarstyrkina, ið liggur í einum fjølbroytnum og virknum samfelagi.
Vit bjóða fólki vælkomnum til Føroyar, stuðla og veita neyðuga hjálp, soleiðis at tey, sum ynskja at seta búgv her, kunnu gerast fult virkisfør og virknir virðisskapandi borgarar í Føroyum.
Vit læra av hvørjum øðrum, ríka Føroyar í felag við okkara mentanarsamspæli, virðing og skynsemi fyri føroyska virðisgrundvøllinum.
Fólkaræðið er grundvøllurin og samfelagið er eyðkent av álíti, rættvísi og samstarvi
Bert við hesum grundarlagi byggja vit okkara land á klett heldur enn sand.
Vit skulu hava eina langtíðarætlan fyri Føroyar, sum hevur breiða politiska og fólksliga undirtøku at seta okkum mál eftir, og raðfesta okkara inntøkur, útreiðslur og íløgur.
Stundin er komin at broyta siðvenju í politisku skipanini í Føroyum. Støðan er júst tann rætta, tí nú fara vit til verka við grundarlagi undir Tjóðarsemjuni at skipa Føroyar sum tað samfelagið vit vilja hava í framtíðini.
Einar burðardyggar frælsar Føroyar - fyri teg, meg og Føroyar.
Steinbjørn Hardlei



