Tað er ein kjarnuspurningur tá ið vit í Tjóðveldi ráðleggja framtíð Føroya.
Tað krevur:
Búskaparligt haldføri (sterkan, væl stýrdan og tryggan búskap)
Umhvørvisligt haldføri (varandi orkukeldur, náttúruvernd og sterk tilfeingisstýring)
Sosialt og menniskjaligt haldføri (trivnaður, heilsa, menning og góðar felagsskapir)
Treytin fyri at eydnast í hesum er at Føroyar gerast sjálvberandi, sjálvstýrandi og sjálvavgerandi. Tað krevur støðufesti, nýskipan og dirvi í tilgongdini.
Tí fara vit til val uppá at royna eina breiða semju um eitt "víðka" samgonguskjal. Ein breið semja millum flokkar, ið vilja einar burðardyggar frælsar Føroyar - har vit gera eina Heildarætlan fyri Føroyar, ið røkkur longur enn bert eitt samgonguskeið. Semjan og samgonguskjalið verður tá eitt stig á leiðini, og sprettur úr Heildarætlanini sum tað raðfesta og týdningarmesta at loysa komandi fýra árini.
Latið okkum telja uppí munandi fleiri enn 17, so vit fáa eina málrættaða støðufasta ætlan fyri Føroyar - tað tryggjar haldføri á øllum økjum!
Veljararnir hava krav uppá at vit í politisku skipanini hugsa og gera avtalur, ið røkka longur enn bert komandi fýra árini - hetta vil eg vera við at fremja!
Mítt hjartamál er Børn & Ung økið:
Vit mugu raðfesta trivnað, heilsu og menning fyri øll okkara børn og ung. Vit skulu endurhugsa og nýskipa stóran part av skipanunum har okkara børn og ungu hava sín dagligdag.
Heldur enn at spyrja um børn okkara eru skúlaklár eiga vit at venda spurninginum: Er skúlin barnaklárur?
Fyri at tryggja framtíð Føroya er tað sera átrokandi at vit geva okkara ungu góðar lestrar- og bústaðarmøguleikar í Føroyum - hetta er í løtuni ein av okkara størstu "brennandi" pallum!
Set tí X við Tjóðveldi - um tú vil hava eina nýggja, og í verki roynda rødd í Løgtingið - so vís mær álit og gev mær tína atkvøðu - so koyra vit á!

.jpg)

