Steinbjørn Hardlei

Hetta er fyrstu ferð eg bjóði meg fram sum valevni til Løgtingið.

Tá ið eg fekk áheitan frá SuðurstreymoyarTjóðveldisfelag um at stilla upp til valið 26. mars metti eg, at um eg skuldi royna meg á politiska pallinum, so var tað nú. Eg eri 56 ár, føddur og uppvaksin í Havn. Havi saman við Randi 4 børn: Anita 29 ár, Ronja 25 ár, Tórur 24 ár og Arina 15 ár. Eisini eru vit ríkaði við tveimum barnabørnum Jóna Sól 5 ár og Vón Steinbjarta 3 ár, sum eru børnini hjá Anitu og Betuel.

Eg eri útbúgvin bankamaður og virkisbúskaparfrøðingur við denti á leiðslu sum serøki. Mínar yrkisroyndir eru nógvar og ymiskar har leiðsla hevur verið í miðdeplinum. Bæði leiðsla í verki og sum undirvísari í leiðslu.

Av leiðsluroyndum kann eg nevna at eg havi verið rektari á Glasi og seinastu tvey árini havi eg verið verkætlanarstjórifyri stóru Barnaverkætlanini (sí www.bav.fo ). Á vinnuøkinum havi eg m.a. verið starvsfólkaleiðari hjá Betri Banka og starvsfólkaleiðari hjá Atlantsflogi.

Seinastu 2 árini havi eg virkað sum sjálvstøðugur vinnurekandi við virkisgrundarlagnum at hjálpa leiðarum í Føroyum at eydnast.

Hvar kemur Tjóðveldi inn í mína lívsmynd?

Mamma mín Elsba Hardlei (oftani nevnd Elsba í Skotinum) gjørdi nógv burturúr at bera arvin víðari frá abba mínum Mads Andrias Jacobsen (helst meira kendur sum M. A. Jacobsen). Virki hansara fall saman við eina avgerandi menningartíð í føroyska samfelagnum, har tjóðskaparlig sjálvsfatan, fólkaræði og mentanarligt sjálvsvirði vóru í broyting. Abbi arbeiddi fyri at styrkja føroyska málið, mentan og samfelagsskipanirnar og trúði uppá einar sjálvberandi Føroyar. Hann skilti týdningin av mentan sum grundarlag undir samfelagsmenning. Hann arbeiddi við ábyrgd, virðing og langtíðarsjónarmiðum og legði dent á politikk sum tænastu. 

Nøkur virði og ein grundleggjandi menniskjaáskoðan, ið eg havi roynt at taka til mín og eftir besta førimuni at útinna í verki. 

Hendan hugsjónin og menniskjaáskoðanin er júst tað, ið eyðkennir okkum í Tjóðveldi. Vit eru errin av okkara landi og vit byggja okkara framtíð á okkara menniskjaáskoðan og mentan - við sterkari savningarmegi, har vit øll taka tøk saman, við øllum ymiskleikanum, vit bera inn í felagsskapin, so roynast vit best, og okkara tjóðarvirkisføri gerst haldført og ber okkum trygt fram á leið.

Tað er við eyðmjúkleika og djúpari virðingfyri mínum upphavi at eg skal royna at bera hendan arvin víðari at gera mítt til, at Føroyar gerst eitt sjálvstøðugt land millum líkar í heiminum.  

Eg havi á mínari lívs- og yrkisleið roynt at virka í verki eftir hesum virðum og hesari áskoðan. Sum leiðari havi eg lagt dent á at hjálpa øðrum at eydnast. At skapa ein arbeiðsfelagsskap, ið er rúmligur - har øll hava eina týðandi rødd og virka í felag fyri at eydnast at loysa okkara høvuðsuppgávu móti kósini, ið sett er. Mínar royndir eru at tílík leiðslu- og arbeiðsmentan ber longst - samstarvið betrast við áliti og rættvísi sum týðandi lutir. Trivnaður, heilsa og motivatión styrkist og harvið fáa vit best møguliga avrikið - sum longst.

Tað er í grundini tað, ið burðardygg leiðsla er í verki og sum er grundarlagið undir ferðini fram móti einum frælsum burðardyggum Føroyum.

Eg havi serliga eitt heitt hjarta fyri Børn & Ung økið – heilt frá dagstovni til Fróðskaparsetur. At vit hava eitt samfelag, har heilsa, trivnaður og menning er í miðdeplinum fyri øll okkara børn og ung er avgerandi fyri framtíð Føroya.

Eg eri til reiðar at gera mín lut at fremja hetta í verki saman við okkum øllum í Tjóðveldi - kemur tú við?