TÍ FARI EG NIÐUR AT SLØKKJA!

21 March 2026
Skrivað hevur
Jóhannis Erlendsson

Tað hevur ongantíð verið so neyðugt sum nú, at eitt fullveldisumboð fer á Fólkating. Eitt føroyskt fólkavalt umboð sum virðir, og ikki mótarbeiðir tióðarsemjuni.

Tá ið Tjóðveldi hevur stillað upp til fólkatingsval, hevur tað verið við tí vón, at tað var síðstu ferð.

Munurin hesa ferð er, at nú eru allir flokkar uttan ein samdir um, at samstarvið við Danmark má umskipast, og at hendan umskipan fer at gera, at fólkatingsumboðanin fellur burtur.

Veruliga innihaldið í sessinum er við árunum vorðið alsamt minni, sum vit hava yvirtikið fleiri og fleiri málsøki.

Samstundis hava skiftandi landsstýri virkað fyri, at mest møguligt verður loyst á stjórnarstigi, ráðharra til ráðharra.

Tí er tað blivið so, at tey, sum sita á Fólkatingi, í stóran mun sjálv definera innihaldið. Fyri núverandi umboð hevur tað verið ein blanding av sjálvútnevndum sendifólki fyri Føroyar, royndum at fáa Føroya landsstýri til fundarborð saman við framsøgufólkum hjá donskum flokkum og stundum eisini at seta seg upp ímóti tí, sum Føroya landsstýri hevur sett út í kortið.

Soleiðis verður ikki, um eg fari á Fólkating. Eg fari at umboða ta tjóðarsemju, sum fimm av seks flokkum eru partur av, og eg fari at brúka ta atgongd og ávirkan, sum eg fái, at fáa donsku politisku skipanina at skilja okkara ynski.

Einstakir danskir flokkar hava longu meldað út, at teir stuðla einari slíkari nýskipan av ríkisfelagsskapinum, í so máta er Sambandsflokkurin yvirhálaður sjálvt av donskum flokkum.

Jóhannis á Fólkatingi merkir ikki eitt umboð afturat til Venstre, Socialdemokratiet ella nakran annan flokk ella vong. Tað merkir eitt umboð fyri áhugamálum hjá føroyskum útisetum, vinnulívi og sjálvræði.

Meira frá sama høvundi

No items found.