Miðnám verður gloymt!

13 March 2026
Skrivað hevur
Magnus Gaard

Einaferð var HOYDALAR skúlin hjá teimum bókligu. Teknisku skúlarnir vóru skúlarnir hjá hondverkarunum og handilskúlarnir vóru til øll tey, har sum tølini bara høvdu meining, um tað stóð kr aftanfyri tey. Við Fiskivinnuskúlanum royndi man so umframt alt hitt, at menna tað mest upplagda útbúgvingar økið í Føroyum yvirhøvur í náttúrutilfeinginum.

Men øgiliga nógv er broytt hesi somu árini!

Miðnám í Suðuroy og Miðnám í Vestmanna fingu nýggjar bygningar í 2009. Í 2013, kom øll miðnámsskúlaskipanin við breytum í nýggjari lóggávu fyri alt miðnámsskúlaøki. Seinni vórðu handilskúlin og studentaskúlin á Kambsdali fyrst lagdir saman í 2015 og seinni tekniski skúli, handilsskúlin og HOYDALAR í eina fyrisitingarliga eind og fari varð samstundis undir størstu skúlaverkætlan í Føroya søgu – Glasir.

Í sama tíðarskeiði broytast fyritreytirnar almikið í Føroyum

Í einum ása frá Klaksvík til Sands verða, umframt íløgurnar í skúlar og sjúkrahús í økinum, gjørdar íløgur fyri meira enn 3 milliardir í tunlar og vegir. Farleiðin úr Klaksvík til Havnar fer úr hálvum øðrum tíma niður í hálvan tíma. Og Kambsdalur og Glasir eru nú næstan í sama grannalagi. Hetta unni eg øllum borgarum í hesum økjunum ómetaliga væl, men tað er ørkymlandi, at allur politiskur áhugi fyri einum øki sum mi´nám steðgar upp aftaná bygging.

Vit kunnu ikki loysa allar trupulleikar við at spreingja og byggja

At ongin landstýrismaður hevur fingið tann tankan, at demografi og skúlasamanleggingar hava broytt samfelagið í Føroyum so nógv, at alt miðnámsskúlaøkið má endurskoðast, er mær ein gáta.

Tað treingir harðliga til!

Tað sum eg fari at arbeiða fyri er, at vit gera eina skipan, har næmingar altíð hava eitt so breitt úrval av breytum í boði so nær við sín bústað sum til ber. Tað hevði ítøkiliga havt við sær at smærru skúlarnir kundu breiðka um sítt útboð av breytum og at allar breytir sjálvandi skuldu verið í boði á teimum stóru skúlunum.

Um ein næmingur søkir eina breyt, sum er í boðið í nærumhvørvinum, so fari eg at skjóta upp, at upptøku øki verða galdandi, men bara um man velur tær breytirnar.

Hetta hevði gjørt tilverugrundarlagið hjá smærru skúlunum tryggari og tað hevði eisini givið útjaðarinum ein størri part av ungdóminum aftur.

Tað eru ikki bara Føroyar, sum bløða - útjaðarin bløðir eisini!