Greed is not good

10 March 2026
Skrivað hevur
Magnus Gaard

Í víðagitna filminum hjá Oliver Stone Wall Street, sum er frá 1987, sigur Gordon Gecko alias Michael Douglas í endanum á einari brandtalu fyri einari rúgvu av ungum vónríkum yuppium

“GREED IS GOOD “

Gecko er ein eðla – eitt kalt og smidligt ránsdjór, sum dugir at snúgva sær. Egoisman hjá tí einstaka er ein fyrimunur fyri fjøldina og samfelagið er læran hjá Gordon Gecko.

Og nógv sóu ikki sarkastiska smílið hjá Michael Douglas aftaná røðuna, men labbaðu bara boðskapin í seg. Men, hvat er í grundini gott við grammleika

Absolut onki !

Hvørki fyri tann einstaka ella fyri fjøldina!

Tað eru óteljandi dømi um, at grammleiki hevur tikið av okkara egna tilverugrundarlagi - náttúruni. Tá ið tað síðsta parið av Geirfuglinum bleiv tikið á Eldey í 1844 var orsøkin himmalhøgur eftirspurningur og prísir. Geirfuglarnir blivu virðismiklari og virðismiklari so hvørt sum teir fækkaðust, tí soleiðis eru marknaðarmekanismurnar. Útboð og eftirspurningur. Handilsmenn í Keypmannahavn vildu gjalda ørandi upphæddir fyri fáa hesar fáu síðstu Geirfuglarnir. Og tá ið stóri vælsmakkandi fuglurin ikki eingang dugdi at flúgva, var hann prísgivin.

Tikin frá komandi ættarliðum – útdeyður!

Svartfuglur er ein forkunnugur biti og eg skal vera tann fyrsti at viðganga, at hann smakkar avbera væl. Men grammleikin tekur tíverri yvir. Fuglarnir síggjast til sølu á facebook fyri ørandi upphæddir.

Tað kann ikki vera rætt!

Í ár kom so ein áseting um, at allur skotin svartfuglur skuldi boðast frá og skrásetast á havstovuni.

Eg fari at spyrja, hvussu tað gongur við hesum? Er hetta komið í lag? Verður tað boðað frá? Og hava vit nakra trygd fyri at skrásetingarnar eru rættar.

Svartfuglastovnarnir eru hóttir í Norðurhøvum og vit kunnu liva eins væl í Føroyum uttan hasar bitarnar!

Lat okkum gevast við at skjóta svartfugl um veturin!

Greed is not good!