Eg fekk kvinnurørsluna inn við móðurmjólkini, og mín aldur ger, at eg havi upplivað, hvussu nógv samfelagið er broytt til tað betra av kvinnustríðnum øll hesi árini, bæði fyri kvinnur og fyri menn.
Fólk hava tað við at síggja fortíðina í einum betri ljósi enn hon hevur uppiborið viðhvørt, og eg skal vera tann fyrsti at viðurkenna, at lukturin av døgverðamati úr opnu vindeygunum í grannalagnum, tá ið mammurnar kókaðu døgverða ein vanligan gerandisdag kl 12.00 var herligur og gav eina góða kenslu í einum smádrongi á veg heim úr skúla.
Men við kvinnufylking og nógvum kravgongum og hendinga kvinnu á tingi, flutti samfelagið seg spakuliga móti javnstøðu millum kynini og hóast tað stríðið als ikki er liðugt enn, so eru vit eitt nógv betri stað nú enn vit vóru tá!
Ein av orsøkunum til at eg havi valt at stilla upp fyri tjóðveldi er júst sterka kvinnuumboðanin flokkurin altíð hevur havt. Tjóðveldi hevur staðið á odda sum politiskur flokkur í at stuðla javnstøðu millum kynini.
Tað er sjálvandi harmiligt at megnarkvinnur, sum hava gingið á odda í hesum stríðnum seinastu mongu árini sum Anita á Fríðriksmørk og Bjørt Samuelsen ikki stilla upp aftur hesaferð.
Tjóðveldi hevur kortini - sum altíð - nógv fantastisk kvinnulig valevni og sjálvandi líka góða
umboðan av kvinnuligum sum mannligum valevnum aftur hesaferð.
Um tit hyggja nærri at myndini úr Myndablaðnum Nú - sum var keldan til myndaundirhald langt áðrenn Instagram - so er tað mamma mín við mær og lítlabeiggjanum í hvør sínari hond á kravgongu einaferð mitt í 70´unum
Gott kvinnuval!
.jpg)
