Íløgur í gransking og útbúgving kasta fleirfalt av sær aftur!

10 March 2026
Skrivað hevur
Magnus Gaard

Tá ið Langabbi mín, Rasmus á Háskúlanum, sat á løgtingi í fyrru helvt av 20 øld fyri sjálvstýrisflokkin, skal hann hava sagt einaferð, at hann helt seg gera størri nyttu at telja sáðberar á blómunum í Føroyum enn at sita á tingi.

Tá var ongin skipað gransking í Føroyum og føroyskar útbúgvingar á hægsta støði, vóru bara ein dreymur hjá nøkrum heilt fáum føroyingum. Føroya fólkaháskúli, sum Rasmus og Símun av Skarði stovnaðu í 1899, var fyrsti skúlin, har føroyingar fingu høvi, at læra um náttúruna, heimin og Føroyar á sínum egna móðurmáli.

Tað er ringt at ímynda sær, at vit yvirhøvur vóru tað landið vit eru í dag, um ikki gransking og lærdómur var so frammarlaga í huganum á nøkrum eldsálum fyri 130 árum síðan.

Nú hava vit fleiri granskingarstovnar og krúnan á verkinum er eitt Fróðskaparsetur á altjóða støði.

Tað kunnu vit vera errin av, men vit brúka framvegis alt ov lítið av peningi uppá gransking og útbúgving.

Tað haldi eg at vit skulu rætta upp uppá alt fyri eitt.

Vit mugu játtað fleirfaldar upphæddir til granskingarráðið og Campus verkætlanin má fyri alt í verðini gjøgnumførast so skjótt sum yvirhøvur til ber.

Fáir av løgtingsmonnunum í fyrru helvt av tjúgundu øld munnu hava verið samdir við Rasmusi í nyttuni av at telja sáðberar, men nú eg bjóði fram at umboða tykkum á tingi, fari eg at arbeiða fyri, at fleiri sáðberar verða taldir og gransking verður raðfest sum ein íløga í ungdómin og framtíðina!