Vit hava sæð tað so ofta!
Seinast í Suðuroyartunnilsverkætlanini.
Náttúruatlitini verða skúgvaði afturum og tykjast mest at órógva tey, sum taka hesar risastóru avgerðirnar um okkara framtíð og náttúru. Sum ein fluga sum loypir surr í. Um tað er ein tunnilsmunni, vindmyllulund, innkomuvegur ella ein brennistøð, so er tað sama søgan umaftur og umaftur.
Men hvussu ringt kann tað vera!
Náttúran má koma fyrst og so alt hitt seinni. Tað setur alt stór krøv til tey, sum fái høvið, at brúka allar heimildirnar, sum náttúruverndarlógin gav okkum undanfarna valskeið.
Heimildirnar skulu brúkast!
Ein lóg ger onki í sjálvum sær og tað er sera týdningarmikið at vit nú byrja at brúka tær heimildirnar, sum eru í náttúruverndarlógini - helst langt áðrenn tey ítøkiligu byggimálini gera tað neyðugt!
Tann gamla náttúrufriðingarlógin frá 1970 hevði eisini heimildir at friða øki og náttúrusløg. Tær heimildirnar vórðu brúktar tríggjar ferð undanfarnu øld –seinast fyri 42 árum síðan. Fyrst vórðu Mølheyggjarnir á Sandi friðaðir,so Leynavatn og seinast Fjallavatn í 1984. Men so steðgaði alt upp!
Parturin við lokalu friðingarnevndunum og yvirfriðingarnevndini úr gomlu lógini er í gildið enn og tað er ta ongin grund til. Tað seinkar bara byggimál óneyðuga nógv og náttúruatlitini koma alt ov seint ínn í myndina. Og so ger man árinskanningar árenn nakað árin er – hvat er meiningin við tí.
NÁTTÚRAN skal og má koma fyrst!
Vit skulu í arbeiðshandskarnar og heimildirnar skulu brúkast. Eg fari at arbeiða kompromisleyst fyri, at tað, sum skal friðast, verður friðað – óheft av ítøkiligum byggimálum. Alt lendi í Føroyum skal bólkast í einari lendisætlan. Tá tað er gjørt, fara stór náttúru inntriv sjálvandi ikki at vera lóglig, har sum tað er friðað frammanundan. Tað er høpisleyst at koma surrandi aftaná.
.jpg)